Ulrica Ekeroth á Handilsvinnuráðstevnuna

05. februar. 2018 | Tíðindi | Handilsvinna

Serkøn innan rekrutering og at draga at sær góð sølufólk, fer Ulrica Ekeroth at hava fyrilestur á Handilsvinnuráðstevnuni hósdagin 15. februar á Østrøm í Havn.

Ulrica Ekeroth er svenskur serfrøðingur innan rekrutering. Serliga áhugað í at loysa knútin viðvíkjandi avbjóðingunum í at finna góð og røtt sølufólk og søluleiðarar, setti hon, saman við øðrum, á stovn fyritøkuna SalesOnly, sum útvegar sølufólk til arbeiðsgevarar.

Á skránni verður eisini Gilli Haraldsen, sum fer at greiða frá um at stýra vakstrarfyritøkum í einum umskiftiligum umhvørvi, har politikkur, tøkni og onnur fyribrygdi støðugt broyta landslagið.

Harumframt verður framløga hjá Handilsvinnufelagnum um nýggja pantskipan í Føroyum á skrá og endað verður við kjaki.

Handilsvinnuráðstevnan verður hósdagin 15. februar frá kl. 9.00 til 12.00 í Østrøm í Tórshavn.

Meldast kann til Handilsvinnuráðstevnuna 2018 her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737