Høgni Kjeld 3
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Undir vatnskorpuni: Lívið sum vinnukavari

17. februar. 2026 | Tíðindi

Í Vinnukikaranum hitta vit Høgna Kjeld, vinnukavara og stjóra í Green Marine Divers, sum letur okkum fáa innlit í arbeiðið undir vatnskorpuni

Hvat merkir tað í veruleikanum at vera vinnukavari? Og hvussu sær ein vanligur dagur út, tá ið kuldi, myrkur og skiftandi sýni eru partur av gerandisdegnum?

Í samrøðuni greiðir Høgni Kjeld, vinnukavari og stjóri í Green Marine Divers, frá einum longum og hendingaríkum lívi sum vinnukavari. Frá tíðini, tá ið hann var burtur nærum eitt heilt ár í senn, til arbeiði á heilt øðrum breiddarstigum – millum annað í Bali.

Uppgávurnar eru ymiskar. Frá eftirliti og umvælingum av skipum og bryggjum til arbeiði fyri alivinnuna og aðrar vinnur, sum eru bundnar at sjónum. Tað krevur royndir, gott handalag, neyva fyrireiking og ikki minst dirvi at arbeiða í einum umhvørvi, har náttúran altíð setir sín dám.

Nógv av arbeiðinum sæst ikki, men hevur stóran týdning. Tað, sum verður gjørt undir vatnskorpuni, er ofta grundarlagið undir virkseminum omanfyri.

Hoyr samrøðuna við Høgna Kjeld í nýggjasta parti av Vinnukikaranum her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios