Næmingar í 8. flokki fingu innlit í ymisk handverksyrki og teir mongu møguleikarnar, sum ein yrkisútbúgving kann geva
Í síðstu viku varð tiltakið „Greið frá tínum yrki“ hildið í Reinsarínum í Havn. Endamálið var at geva ungum innlit í gerandisdagin hjá handverkarum og øðrum yrkislærdum og at vísa á teir nógvu møguleikarnar, sum eru innan fyri yrkislærdu fakini.
Á tiltakinum greiddu handverkarar og onnur yrkislærd frá sínum arbeiði, útbúgving og royndum. Serligur dentur varð lagdur á persónligu søgurnar. Hví tey høvdu valt sítt yrki, hvat teimum dámar best við arbeiðinum, og hvørjar møguleikar útbúgvingin hevur givið teimum.

Næmingarnir vórðu býttir í bólkar, sum skiftust um at vitja ymisku fakfólkini. Soleiðis fingu tey høvi at hoyra um fleiri ymisk yrki og seta spurningar beinleiðis til fólk, sum arbeiða innan fyri fakini.
Ein yrkisútbúgving letur nógvar dyr upp
Eitt av høvuðsboðskapunum á tiltakinum var, at ein yrkisútbúgving kann vera byrjanin til nógv annað enn eitt ávíst handverk. Hon kann eisini lata dyr upp til víðari útbúgving, fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og spennandi starvsmøguleikar bæði í Føroyum og uttanlands.

Við at lata ung hitta fólk, sum sjálv hava valt yrkislærdu leiðina, fáa næmingarnir eina betri fatan av, hvat útbúgvingarnar kunnu brúkast til, og hvørjir møguleikar liggja í teimum.
Tað er Havnar Handverksmeistarafelag, sum saman við Tórshavnar kommunu skipar fyri tiltakinum.
Havnar Handverksmeistarafelag takkar øllum handverkarunum og teimum yrkislærdu, sum tóku sær tíð at greiða frá sínum royndum og geva teimum ungu íblástur til framtíðina.

Hesi greiddu frá sínum yrkjum:
Bárður E. Hansen, elektrikari – Leif Mohr
Símun Bendix Sørensen, bilsmiður – Reyni Service
Guðrun Gærdum og Lasse Lauritsen, gartnarar – Hjálpirót
Rebekka Hentze, tænari – Hotel Hafnia
Marita Johannudóttir Arge, móttøkustarvsfólk – Hotel Hafnia
Brandur Kristianson Thomsen, maskinsmiður – MEST
Petur Ovi Hjaltalin Dam, krambakallur – Skálkur
Oddmar Hermansen, alaralærlingur – Bakkafrost
Elmar Højgaard og Sebastian Winther, entreprenørmekanikarar – J&P Petersen