Uppskot um nýggja partabrævakonto

24. mars. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í Danmark er politiskur áhugi fyri at arbeiða við einum uppskoti um eina partabrævasparikonto til privatar íleggjarar við serliga lágum skatti. Hetta kann verða við til at skaffa pening til smærri og miðalstórar fyritøkur.

Um stutta tíð fara politisku flokkarnir í Danmark at samráðast um vakstrartiltøk fyri smærri og miðalstórar fyritøkur. Fleiri av andstøðuflokkunum meta, at eitt uppskot um partabrævasparikontu er áhugavert.

Íblásturin kemur úr Svøríki, har møguleiki er fyri at stovna eina íleggjarasparikontu, har íleggjarin rindar eitt lágt fast avgjald av inniognini. Tann svenska skipanin umfevnir allar íløgur. Í Danmark verður tó miðar ímóti at gera tað skattaliga bíligari fyri minni íleggjarar at átaka sær váðan at seta pening í smærri vakstrarfyritøkur.

Ein óformellur arbeiðsbólkur, við umboðan frá NASDAQ OMX København, arbeiðir við uppskotinum, og endamálið er at hjálpa smærri fyritøkum at fáa lættari atgongd til kapital.

Fleiri av politisku andstøðuflokkunum síggja partabrævasparikontuna sum eitt høvi at stimbra donsku íløgumentanina. Stjórnarflokkarnir vísa ikki uppskotinum aftur, men eru sinnaðir at kanna møguleikarnir við eini partabrævasparikontu.

Kelda: epn.dk

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737