Úrvalsásetingar eru ikki galdandi

12. mars. 2012 | Áskoðan

Rættleiðing til Kringvarp Føroya, sum í tíðindunum í morgun segði, at arbeiðsgevarar bróta evropiska mannarættindasáttmálan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag varar av gott 30 sáttmálum við næstan líka nógv fakfeløg. Úrvalsásetingar vóru áðrenn januar 2006 ein integreraður partur av øllum sáttmálunum, og úrvalsásetingar vóru tí at finna í fleiri greinum í sáttmálunum.
Eftir dómin í evropiska mannarættindadómstólinum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag av sínum eintingum lagt seg eftir at fáa broytt allar úrvalsásetingar í hesum sáttmálum. Hetta varð gjørt, so hvørt samráðingar vóru um endurnýggjan av sáttmálunum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi harafturat í juni 2006 kunning til allar limir sínar um, at úrvalsásetingar ikki longur eru galdandi, og kunnaði limirnar um, hvussu teir nú skuldu fyrihalda seg til sáttmálarnar og til limaskap í fakfeløgum.
Evropiski mannarættindasáttmálin er settur í gildi sum lóg í Føroyum, og tað ber ikki til í sáttmála at avtala seg burturúr lógarásetingunum. Tað er tí eingin ivi um, at arbeiðsgevarar ikki hava rætt til at leggja seg út í, um starvsfólk eru limir ella ikki limir í fakfelag, og hetta uttan mun til, hvat stendur í einum møguligum sáttmála á økinum. At ein úrvalsáseting í einum sersáttmála, sum liggur undir og vísir til ein høvuðssáttmála, har úrvalsásetingin er tikin burtur, av misgávum liggur eftir, broytir ikki hetta.
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at tað er ein sera álvarsom ákæra, sum Kringvarp Føroya kom við í morgun, og tað kann undra, at Kringvarpið ber hesi tíðindi uttan at hava kannað málið nærri.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737