Depositphotos 319220484 XL

U.S.-Faroe Business Forum tiltak á Hotel Hilton Garden Inn

03. juli. 2023 | Tíðindi | Samhandil

Hósdagin 29. juni skipaði Vinnuhúsið saman við amerikansku sendistovuni í Keypmannhavn fyri kunnandi tiltaki á Hotel Hilton Garden Inn í Havn. Tiltakið var liður í at eitt amerikanskt ferðalið frá sendistovuni úr Keypmannahavn var og vitjaði í Føroyum.

Tiltakið byrjaði við at amerikanski sendimaðurin, Alan Leventhal, bjóðaði innbodnu fyritøkunum vælkomnum og vísti á týdningin at sambondini millum USA og Føroyar eru blivin bæði betur og tættari seinastu tíðina, og vildi hann arbeiða miðvíst fyri at hetta heldur áfram.


Stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, saman við amerikanska sendimanninum, Alan Leventhal

Síðan greiddi Scot Gonzales, frá Bureau of Industry and Security (BIS) frá hvussu altjóða samhandil og eftirlit er broytt og nógv hert seinastu tíðina. Serliga var tað viðurskiftini í samband við inn- og útflutning úr USA við atliti til støðuna í Ruslandi sum bleiv lýst. Eisini vóru umboð frá Uttanríkistænastuni, Bakkafrost og Atlantic Airways sum greiddu frá teirra vaksandi virksemi í USA.


Scot Gonzales leggur fram á tiltakinum sum var hildið á Hotel Hilton Garden Inn

Góð luttøka var til fundin frá føroysku vinnuni, og eftir fundin var eisini møguleiki at seta spurningar og til at netverka.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at formliga seta á stovn felagið U.S.-Faroe Business Forum, har endamálið er, at virka fyri styrktum handilssamstarvi millum Føroyar og USA, við m.a. at skipa fyri upplýsandi fundum og kunna um handilsmøguleikar millum Føroyar og USA, og annars at arbeiða fyri felags áhugamálum hjá føroysku vinnuni viðvíkjandi amarikanska marknaðinum. Í nevndini verða vinnulívsfólk í Føroyum og umboð fyri Vinnuhúsið.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737