Útbjóðingarkrøvini frá Vága Floghavn eiga at verða broytt

04. oktober. 2010 | Áskoðan

»Beskrivelse af ansøgerens erfaringer og kompetencer med økonomi-, tids-, kvalitets- og risikostyring inden for lufthavnsbyggeri og lignende byggerier af relevans for den udbudte opgave.«

Millum annað hetta er framvegis eitt krav í útbjóðingartilfarinum til 2. byggistig í Vága Floghavn, sum millum annað snýr seg um at gera nýggjan terminal við flogvøllin.

Vinnuhúsið er ørkymlað, tí slík krøv avmarka møguleikan hjá føroyskum byggi- og ráðgevingarvirkjum at sleppa upp í part.

Vinnuhúsið virðir arbeiðið hjá útbjóðaranum, almenna partafelagnum Vága Floghavn, men vit halda eisini, at krøv sum tað, ið er nevnt omanfyri, kunnu útihýsa føroyskum fyritøkum. Tað eru jú mansaldrar ímillum, at floghavnir verða útbygdar í Føroyum. Tað fara altíð at vera útlendskar fyritøkur, sum lættari kunnu ganga undir hesi krøv.

Føroysk byggi- og ráðgevingarvirki hava bygt upp servitan síðan í sekstiárunum. Henda servitanin er nettupp grundað á at arbeiða og virka í Føroyum, og at smíða loysnir, sum virka í Føroyum. Fakligi føroyski grundførleikin er so statt góður, men hann tykist ikki verða kravdur í útbjóðingartilfarinum.

Føroyar eru eitt vitanarsamfelag, har framleiðslan bara kann veksa við vitan. Vit siga, at vit vilja hava eitt fjølbroytt samfelag við fólki við ymiskum útbúgvingum. Og vit vilja hava okkara útbúnu børn heim aftur. At tað almenna sjálvt stendur fyri at avhenda vitanararbeiðspláss samsvarar illa við hetta politiska aðalmál.

Útihýsandi útbjóðing rakar ikki bara byggi- og ráðgevingarvirkini. KT-fyritøkur og lýsingavinna verða eisini við sviðusoð. Almennur peningur til hesi vinnuøki verður undir øllum umstøðum brúktur í sambandi við føroyskar verkætlanir. Men við so ójøvnum treytum verða tað heilt vist onnur enn føroysk virki, ið fara við hesum peningi.

Eingin orsøk er at aftra seg við at geva føroyskum byggi- og ráðgevingarvirkjum javnbjóðis møguleika at bjóða upp á almenn arbeiði. Nóg mikið er, at feløgini skjalprógva førleika og royndir at standa fyri bygging av somu stødd í Føroyum. Er tørvur á servitan uttanlands, kunnu føroysk virki ganga saman og sjálv søkja sær slíka ráðgeving. Byggiharrin kann eisini krevja, at tey gera tað.

Føroysk byggi- og ráðgevingarvirki krevja ikki serrættindi. Tey krevja javnrættindi. Útbyggingin í Vágum er bara eitt av fleiri ræðandi dømum um útihýsandi útbjóðing.

Annað á breddanum

  1. Skeið um grundleggjandi setanarviðurskifti

    Í komandi viku skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri skeiði um grundleggjandi setanarviðurskifti

    19. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    IMG 0993
  2. Kunningarfundur um semjuna við arbeiðarafeløgini

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi fyri limum um nýggju semjuna við arbeiðarafeløgini

    18. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 2
  3. Vinnuferð til Grønlands

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar í heyst fyri vinnuferð til Nuuk, har fyritøkur kunnu styrkja sambond og kanna nýggjar møguleikar

    18. mai. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnuferd Nuuk