Útbúgvingarverkið niðurraðfest í 2009

12. januar. 2009 | Áskoðan

Enn einaferð hevur politiska skipanin víst sanna litin. Tað er í hvussu so er ikki útbúgving og gransking, sum stendur ovast á breddanum, tá raðfestingar verða gjørdar, sjálvt um tað er tað sum hevur verið lovað.

Í sambandi við arbeiðið við visjón 2015 og í sambandi við valstríðið fyri góðum ári síðani varð nógv gjørt burturúr at tryggja borgaranum, at útbúgving og gransking vóru økini, sum skuldu raðfestast komandi árini.
Tá bæði umsiting, stovnar, feløg og vinna luttóku í arbeiðnum við visjón 2015, har sera ambitiøsar ætlanir vóru lagdar fyri útbúgving og gransking, og politikkararnir í sambandi við seinasta val gjørdu so nógv burturúr at greiða veljaranum frá, hvussu tey vildu arbeiða fyri útbúgving og gransking – ja, so skuldi ein roknað við, at tað fór at eydnast hesaferð.
Fíggjarlógin fyri 2009 var samtykt í løgtinginum fyri jól. Ein drúgv tilgongd har útlitini um minkandi inntøkur til landskassan settu síni spor, og góvu politisku skipanini høvuðbrýggj. Tó ikki meira enn, at tær raðfestingar, sum vórðu gjørdar, ikki vórðu viðgjørdar við einum víðskygdum framtíðarperspektivi. Fokusið á, hvussu Føroyar skulu síggja út í framtíðini, tykist vera vorðið burtur.
Føgru orðini í visjónini og vallyftini, sum júst eru vorðin ársgomul, er goymd ella allarhelst gloymd. Lyftini um styrktan fólkaskúla og útbúgvingarverk umframt granskingin eru í hvussu so er gloymd. Økið útbúgving og gransking er munandi skert á fíggjarlógini fyri 2009, og tískil er greitt, at íløgan í framtíðina er parkera enn einaferð!
Fróðskaparsetrið fekk tilsøgn frá politisku skipanini um, at nú skuldi setast ferð á, og at nú skuldi umstøður fáast til vega, sum søma seg einum framkomnum samfelag. Ístaðin arbeiðir Setrið nú við at siga tey fólk úr starvi, sum í tøttum sambandi við politisku skipanina vóru sett í 2008. Hetta vóru í stóran mun vinnurættaðar útbúgvingar, sum nú kortini ikki fara í gongd. Harmiligt og ein staðfesting av, hvussu politiska skipanin raðfestur útbúgving og gransking.
Ikki tí, íløgur í infrastruktur eru týdningarmiklar – serliga soleiðis sum fíggjarútlitini eru í løtuni. Men tað ræður um at gera røttu íløgurnar. Íløgur, sum skapa arbeiðspláss, og sum geva umsetning í landinum. Tálmingin av almennu útreiðslunum, sum fíggjarnevndin legði fyri dagin fyri jól, varð gjørd eftir einum vælkendum leisti. Alt varð skorið á leið líka nógv, og hetta er smart, tí soleiðis verður eingin settur upp í móti nøkrum, og øll kunnu vera samd um at vera líka ónøgd.
Hvar er raðfestingin, sum gevur vinnuni og borgarum trygd fyri, at tað eru tey langfreistaðu málini, sum hugsað og kjúklað verður um?
Tað er eingin ivi um, at tað er rætt at tálma útreiðslunum, nú vit fara inn í eitt tíðarskeið, har hall sannlíkt verður á fíggjarlógini tey næstu árini. Men umráðandi er at tálma útreiðslunum uttan at ofra týdningarmikil øki sum útbúgvingarverkið og granskingina.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er av tí fatan, at tað hevur alstóran týdning, at farið verður undir eitt kjak um, hvussu vit vilja hava, at almennu Føroyar skulu síggja út, og hvørjar tænastur hetta samfelagið eigur at veita. Vit liva í einum pinkusamfelag, har tað eru tey somu fáu høvdini, sum skulu roytast, hvørja fer almenni kassin hevur tørv á tí.

Raðfestingar mugu til. Men hvussu skal raðfestast, og hvat skal leggjast niður fyri at annað skal kunna blóma? Tað er í hesum spurningum, at torføra tilgongdin liggur! Men ta tilgongdina vænta vit, at tey, sum hava bjóða seg fram á politiska leikpallinum, tora at fara undir, soleiðis at ikki bert verður spart fyri at spara, men at orka eisini verður nýtt til at tryggja framtíð okkara.

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR