Útflutnings- og tænastuvinnurnar trýsta konjunkturbarometrið upp

10. februar. 2020 | Áskoðan

Samanlagt er bjartskygni í føroyska samfelagsbúskapinum væl betri nú, enn tað var fyri hálvum ári síðan. Tað vísir barometurstøðan í føroyska konjunkturbarometrinum, nú Hagstova Føroya hevur kunngjørt úrslitini frá nýggjastu konjunkturkanningini, sum varð gjørd í januar í ár.

Samlaða treystitalið er farið úr 19 upp í 32 eftir hálvum ári. Hetta er hægsta treysti­talið síðan 2014, tá ið tað var 37.

Tað eru tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar, tænastuvinnurnar og handilsvinnurnar, sum trýsta barometur­støðuna upp, meðan privatu húsarhaldini og byggivinnan draga treystitalið niður.

Í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, sum serliga virka á útflutningssíðuni í føroyska búskapinum, er stórt bjart­­skygni í løtuni. Har síggja tey ein rættiliga stóran vøkstur í bíleggingunum, og vørugoymslurnar minka. Tilfeingis- og ídnaðar­vinnurnar vænta munandi vøkstur í framleiðsluni komandi árið.

Í tænastuvinnunum hevur vøksturin í umsetninginum verið stórur hetta seinasta árið, og her vænta tey, at vøksturin í umsetninginum fer at halda fram í ár. Tey vænta tó ikki, at arbeiðstørvurin í tænastu­vinnunum fer at verða enn størri í ár.

Jaligu metingarnar í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, umframt tænastuvinnum, er fremsta orsøkin til at samlaða treystitalið fer so nógv upp í nýggjastu konjunkturkanningini frá januar í ár.

Handilsvinnan er somuleiðis bjartskygd, men hon hevur avbjóðingar. Stórur vøkstur hevur verið í søluni í hetta seinasta árið, men handilsvinnurnar vænta ikki eins stóran vøkstur í ár. Hetta kemst helst av stóru avbjóðingini, sum partar av handilsvinnuni hava við at útvega arbeiðs­megi.

Í byggivinnuni vænta tey, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið, tí fellur vísitalið í byggi­vinnuni úr 13 niður á -1, frá juni 2019 til januar í ár. Hetta skal tó neyvan fatast sum, at byggi­vinnan væntar, at virksemið fer at minka stórvegis í nærmastu framtíð.

Hetta skal heldur tulkast í ljósinum av gongdini seinastu árini, støðuni í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri størri byggiverkætlanir eru um at verða lidnar.

Tað hevur verið stórt trýst á byggivinnuni seinastu árini, og tørvurin á arbeiðsmegi er metstórur í løtuni, men fleiri størri byggiverkætlanir fara at verða lidnar um somu tíð í hesum árinum. Tí væntar byggivinnan helst, at tørvurin á arbeiðsmegi verður nakað minni, hóast tað framvegis fer at verða stórt virksemi í byggivinnuni, tí ordrabøkurnar eru framvegis stórar.

Vísitalið hjá føroysku brúkarunum fellur úr 19 niður á 5, frá juni í fjør til januar í ár.

At vísitalið hjá føroysku brúkarunum fer so langt niður, kemur neyvan óvart á nakran. Flestu brúkarar og borgarar annars, gera sær sínar metingar og niðurstøður um búskaparligu gongdini umvegis tíðinda­­flutningin í fjølmiðlunum, og seinastu mánaðirnar hava búskaparligu tíðindini fyri stóran part snúð seg um metlága arbeiðsloysið, og at føroyski búskapurin er á toppinum í einum hákonjunkturi.

Tá ið vit eru á toppinum, er bert ein vegur, og tað er niðureftir. Búskaparligu metingarnar hjá brúkaru­num kunnu tí neyvan vera stórt øðrvísi.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4