Útflutningstiltak í Vinnuhúsinum hósdagin kl. 14.00

13. mars. 2017 | Tíðindi | Samhandil

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Vinnuhúsið skipa í felag fyri útflutningstiltaki í Vinnuhúsinum nú hósdagin 16. mars kl. 14-17.

Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á møguleikar og forðingar fyri føroyskan útflutning. Á tiltakinum verður m.a. lagt fram um handilspolitikk og avleiðingarnar av Brexit. Eisini verða framløgur frá føroysku sendifólkunum, og Havsbrún greiðir frá um teirra royndir við útflutningi til marknađir uttanfyri ES.

Skráin fyri dagin sæst her.

Meldað verður til tiltakið við at senda ein teldupost til industry@industry.fo. Tiltakið er bert fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum og er ókeypis.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737