MFS Betri Føroyahúsið

Útisetatiltak savnaði føroyingar í Føroyahúsinum

23. februar. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Leita tankarnir heim til Føroya at seta búgv, ella ætlar tú at fáa tær lestrarstarv, meðan tú lesur? Hesir spurningarnir vórðu svaraðir, tá ið skipað varð fyri kunnandi tiltaki í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Mikukvøldið 19. februar bjóðaðu Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) og Betri til áhugavert útisetatiltak í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Føroyahúsið var stúgvandi fult av fólki, og millum tey, sum løgdu fram, var Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Alvi greiddi luttakarunum frá møguleikunum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, samstundis sum hann lýsti arbeiðslívið og lønarlagið í Føroyum. Hann vísti millum annað til kanningina, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.

Henda kanning vísti, at starvsfólkatrot stendur í væntu í privatu vinnuni um fá ár. Sambært kanningini væntast, at millum 700 og 850 starvsfólk fara at mangla, serliga tá ið talan er um yrkislærd og fólk við KT-førleikum.

Harumframt var burðardygd og mennandi samstarv millum fyritøkur eisini evni, sum Alvi tók upp. Hann greiddi frá netverkinum Varandi Vinna, sum Vinnuhúsið hevur sett í verk. Netverkið telur higartil 30 limafyritøkur, sum samstarva, stuðla hvørjum øðrum og skifta orð um burðardygga menning.

Í framløguni eggjaði Alvi eisini øllum lesandi at hava Føroyar og føroyskt vinnulív í huga, tá ið tey fara undir verkætlanir ella høvuðsritgerðir, sum eru partar av lestrinum. Í hesum sambandi vísti hann á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og onnur feløg í Vinnuhúsinum arbeiða miðvíst fyri at bøta um samstarvið millum vinnulívið og lesandi.

Vinnuhúsið takkar fyri møguleikan at luttaka á tiltakinum, sum MFS og Betri skipaðu fyri.

Stutt um MFS
Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) er partapolitiskt óheftur felagsskapur, sum virkar fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi, sum eru undir hægri lestri bæði heima ella uttanlands.

Endamálið hjá felagsskapinum er at tryggja, at útbúgving fær høga raðfesting og at verja tey virði og mál, sum eru knýtt at útbúgving, og sum ávirka bæði lesandi og samfelagið sum heild.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025