Útlendingar geva fyritøkum hægri virði á partafelagsmarknaðinum

31. august. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eru útlendingar í nevndini, hevur fyritøkan hægri virði. Ein nýggj kanning vísir, at fyritøkur við útlendskum nevndarlimum verða mettar at hava í miðal 16% hægri virði á partafelagsmarknaðinum.

Fyritøkur við útlendingum í nevndini hava hægri virði enn fyritøkur við reinum donskum nevndum, heldur partafelagsmarknaðurin. Ein nýggj kanning, sum granskarar hava gjørt av skandinaviskum fyritøkum vísir, at fyritøkur við útlendingum í nevndini verða mettar at hava í miðal 16% hægri virði enn fyritøkur uttan útlendskar nevndarlimir.
- Eg meti eina av orsøkunum vera, at partafelagsmarknaðurin í dag verður prísásettur av útlendskum íleggjarum. Og tey vilja síggja altjóða standardir í donskum fyritøkum, og her er altjóða nevndir eitt heilt gott hugskot, sigur Steen Thomsen, professari á Copenhagen Business School, ein av granskarunum aftanfyri kanningina.
Hesi seinnu árini eru danskar fyritøkur byrjaðar at fáa útlendingar inn í nevndarhølini hjá donskum fyritøkum. Orsøkin er ein økt altjóðagerð í fyritøkunum, sum merkir, at fyritøkurnar hava tørv á nevndarlimum við altjóða royndum.
- Tá íleggjarar meta fyritøkur við altjóða nevndum hægri, hongur tað eisini saman við, at tey væl vita, at útlendskir nevndarlimir eru ein fortreyt fyri at reka eina fyritøku í eini altjóðagjørdari verð. Tað er tørvur á kandidatum við altjóða royndum og einum altjóða hugsunarhátti, sigur leiðandi ráðgevi í DI, Vagn Riis.
Kelda: DI Opinion

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios