Arbeiðsmegi

Útlendingastovan kunnar um umsóknir til útlendsk starvsfólk

23. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hósdagin 26. september skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag í samstarvi við Útlendingastovuna fyri heimleiðistiltaki fyri limum felagsins í samband við at stórur partur av avgerðarmyndugleikanum fyri fyribils- og varandi uppihaldsloyvum er flutt til Føroya.

Flytingin av avgerðarmyndugleikanum merkir, at eitt nú umsóknir viðv. útlendskum starvsfólkum nú verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í tí sambandi merkt, at hetta hevur viðført spurningar um hvussu føroyskar fyritøkur við útlendskum starvsfólkum skulu fyrihalda seg. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí fingið Útlendingastovuna at greitt frá, hvat hetta merkir fyri einstøku fyritøkurnar, tey loyvi fyritøkurnar og útlendsku starvsfólkini hava og tær umsóknir, ið skulu viðgerast frameftir.

Kunningarfundurin verður í Vinnuhúsinum hósdagin 26. september kl. 15.00-16.00. Tiltakið er ókeypis, og tilmelding til tiltakið kann gerast við at skrivað til teldupost industry@industry.fo. Um spurningar eru í samband við tiltakið, so kunnu tit venda tykkum til Alva Hjelm, Ráðgeva í Vinnuhúsinum, á teldupost alvi@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  2. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios
  3. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423