Arbeiðsmegi

Útlendingastovan kunnar um umsóknir til útlendsk starvsfólk

23. september. 2024 | Tiltak

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar, í samstarvi við Útlendingastovuna, fyri heimleiðistiltaki fyri limum felagsins í samband við at stórur partur av avgerðarmyndugleikanum fyri fyribils- og varandi uppihaldsloyvum er flutt til Føroya

Flytingin av avgerðarmyndugleikanum merkir, at eitt nú umsóknir viðv. útlendskum starvsfólkum nú verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í tí sambandi merkt, at hetta hevur viðført spurningar um hvussu føroyskar fyritøkur við útlendskum starvsfólkum skulu fyrihalda seg. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí fingið Útlendingastovuna at greitt frá, hvat hetta merkir fyri einstøku fyritøkurnar, tey loyvi fyritøkurnar og útlendsku starvsfólkini hava og tær umsóknir, ið skulu viðgerast frameftir.

Tiltakið er ókeypis, og tilmelding til tiltakið kann gerast við at skrivað til teldupost industry@industry.fo.

Um spurningar eru í samband við tiltakið, so kunnu tit venda tykkum til Alva Hjelm, ráðgeva í Vinnuhúsinum, á teldupost alvi@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)