Útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum

30. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað kemur Føroya Arbeiðsgevarafelag sera dátt við at hoyra, at tað longu verður umhugsað at broyta útlendingalógina aftur.

Tey árini búskaparvøkstur var í Føroyum og uttanlands, mistu føroyskar fyritøkur sáttmála omaná sáttmála bæði úti og heima, tí politiska skipanin ikki megnaði at loysa upp fyri atgongdini til arbeiðsmegi. Tey árini tað tók politiska myndugleikanum at taka støðu, mistu føroyskar fyritøkur nógvan pening og møguleikar.
Hesi árini við sera stórum búskaparvøkstri og sera lágum arbeiðsloysi kærdi vinnan sína neyð um, at ikki bar til hjá vinnufyritøkum at leggja soleiðis til rættis, at til bar at økja um framleidni í fyritøkunum, meðan búskaparvøkstur var. Hóast hetta gingu minst 4 ár, áðrenn ein skipan varð funnin, sum bøtti nakað um støðuna. Nú eftir bert tríggjar mánaðir við arbeiðsloysi millum 3,5 og 4% sær út til, at myngugleikarnar ætla sær at taka málið upp aftur av nýggjum.
Nýggja útlendingalógin hevur bert verið í gildið síðan 1. juli 2008, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at henda skipan verður broytt, áðrenn veruligt høvi hevur verið til at sæð, hvussu hon virkar. Eitt gott ár er alt ov stutt tíð til hetta, og tað hevur ikki givið vinnu og myndugleikum høvi veruliga at fáa royndir av hesi skipan. Tað er sera ørkymlandi, at tað yvirhøvur verður umhugsað at broyta skipan aftur longu nú.
Fyri tað fyrsta er lítið at ivast í, at føroyskir arbeiðsgevarar velja føroyingar framum útlendingar til møgulig leys størv, tí í allar flestu førum er tað munin lættari at hava fólk í starvi, sum megna føroyska málið. Tí er ikki væntandi, at lutfallið millum føroyska og útlendska partin av arbeiðsstyrkini fer at hækka næstu tíðina, kanska heldur hinvegin. Harafturat standa útlendingar fyri einum sera lítlum parti av samlaðu arbeiðsstyrkini.
Tosað verður sostatt um, at lata dyrnar aftur fyri útlendskari arbeiðsmegi um somu tíð, sum tað verður arbeitt við og tosa um, hvørt Føroyar skal hava tættari tilknýtið til ES við aðrari avtalu enn henni, vit hava í dag. Summi tosa enntá um ES limaskap. Hvussu skal Føroyar kunna knýta seg tættari at samstørvum, har frælsi fyri m..a. arbeiðsmegi er ein av høvuðstáttunum, tá vit ikki sjálvi tora at lata okkara dyrð upp fyri útlendinum?
Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at hetta ikki kann tulkast øðrvísi enn, at politiska skipanin ikki megnar at arbeiða fyri gagnligum og stabilum vinnukørmum í Føroyum, hvørki í góðum ella ringum tíðum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir sostatt staðiliga frá, at tann smidliga skipan, sum er fyri ES –borgarar verður broytt og at farið verður aftur til skipanina, sum var í gildið fram til 1. juli 2008.
FAKTA
Arbeiðsstyrkin í Føroyum er umleið 30.000 persónar. 220 arbeiðsloyvir eru givin eftir lógini, sum var broytt 1. juli 2008. Útlendingarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum standa sostatt fyri 0,73% av føroysku arbeiðsstyrkini.
Hóast arbeiðsloysi í Føroyum er hækkað, er tað tó enn lágt. Vanliga verður sagt, at sokallaða bygnaðarliga arbeiðsloysið liggur um 4%, sum er á leið tað arbeiðsloysið, vit hava í løtuni.
 

Annað á breddanum

  1. Trettan fyritøkur á føroyskum landabási á fiskavørumessuni í Barcelona í farnu viku

    Í ár hevur heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, 30 ár á baki, og føroyingar hava luttikið frá byrjan.

    29. Apríl. 2024 | Almenn tíðindi
    1 (2)
  2. Ongantíð áður hevur privata vinnan verið so stórur partur av kundaskaranum hjá ráðgevaravinnuni

    Nógv tann størsti kundabólkurin hjá ráðgevaravinnuni í 2022 var tað privata. Tað vísir kanning hjá Ráðgevarafelagnum.

    29. Apríl. 2024 | Ráðgevaravinna
    Mynd Tíðinda Stubbi RGF
  3. Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úrslitið

    24. Apríl. 2024 | Shipping
    HBF LOGO