Billede1 (6)

Útlendsk starvsfólk betra munandi um úrslitið hjá almennu kassunum

05. september. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Útlendsk starvsfólk geva á hvørjum ári eitt stórt nettoíkast til almennu kassarnar. Tað vísir óheft búskaparlig greining, sum varð løgd fram týsdagin.

Á ársaðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag varð ein óheft búskapargreining løgd fram, sum vísur, at útlendsk starvsfólk geva eitt munandi samlað nettoíkast til almenna búskapin.

Nettoíkastið er fyri árið 2022 mett til góðar 400 mió kr., um øll útlendsku starvsfólkini eru her grundað á tíðaravmarkað uppihaldsloyvi.

Um øll útlendsku starvsfólkini hava varandi uppihald, lækkar nettoíkastið til 100 mió kr. fyri árið 2022.

Tá flestu útlendsku starvsfólkini eru her grundað á tíðaravmarkað uppihald, liggur rætta talið í ovara enda av hesum spenninum millum 100 og 400 mió kr.

Í framløguni varð gjørt vart við, at talan er um eina nokk so grova meting, og at betri hagtøl kunnu gera metingina neyvari.

Tó metti búskaparfrøðingurin, sum hevur gjørt greiningina, at tað er rættiliga trygt at siga, at rætta talið í øllum førum er 250-300 mió kr.

Í framløguni varð eisini nevnt, at uttan útlendsku starvsfólkini hevði búskaparvøksturin, sum hevur verið seinnu árini verið væl minni.

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevur gjørt búskaparligu greiningina fyri Vinnuhúsið fyrr í ár, har hann fekk fríar hendur til at gera greiningina.

Les alla greiningina her

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737