Útlutingarhættir í fiskivinnuni avgerandi ávirkan á fíggingartreytir v.m.

11. apríl. 2016 | Tíðindi | Fiskivinna

Í farnu viku skipaði Vinnuhúsið saman við Reiðarafelagnum og Felagnum Nótaskip fyri einum kveikjarafundi um fiskivinnu.

Evnini, sum vórðu viðgjørd, vóru serliga hvussu fiskiveiðirættindi verða útlutaði, og hvussu útlutingin av rættindunum ávirkaði fíggingartreytirnar hjá fiskivinnuni. Harumframt var ein kveikjandi fyrilestur um samstarv í Íslendsku fiskivinnuni gjøgnum virksemið hjá Iceland Ocean Cluster.

Dr. Daniel Bromley (University of Wisconsin-Madison), Ólavur Gregersen (Syntesa) og Bjarni Arnason (Numo) greiddu frá um ymiskar útlutningarskipanir, meðan Louise Haahjem (Nordea), Árni Ellefsen (Bank Nordik) og Leivur Michelsen (Føroya Realkreditstovnur) greiddu frá um fíggingartreytir undir ymsum útlutingarskipanum.

Á fundinum koma m.a. fram, at útlutingarhátturin og serliga hvussu langt tíðarskeið fiskiveiðirættindini eru galdandi fyri, hava avgerandi ávirkan á fíggingartreytirnar, sum fara at standa fiskivinnuni í boði aftaná eina nýskipan av fiskivinnuni. Øll umboðini fyri fíggingarstovnarnar vóru samd um, at um rættindini vera ov stutt, verður tað minni innbjóðandi at fíggja íløgur og virksemi annars.

Ymisk uppskot til útlutingarhættir vóru eisini viðgjørd, serliga útluting gjøgnum uppboðssøla, gjøgnum innbodna lisitatión og gjøgnum eina skipan við tryggum langtíðarrættindum.

Samanumtikið kann sigast at fundurin undirstrikaði, at langtíðarrættindi hava týdning fyri bæði at fáa rímuligar fíggingartreytir og fyri at aktørar skulu hava insitament til at gera váðafúsar íløgur og royndir og til at seta í gongd annað virksemi sum kann økja um tilfeingisrentuna (víðari virking, marknaðarføring/branding, útbúgving av sjófólki o.s.fr.)


Eisini vísti fundurin á, at tað finst eitt fleirtáttað úrval av útlutingarskipanum at taka við í viðgerðina av, hvør útlutingarskipan skal brúkast í føroyskari fiskivinnu aftaná 2018.

Framløgur frá kveikjarafundinum kunnu finnast her. Fleiri framløgur verða lagdar út, so hvørt sum loyvi er fingið frá teimum, sum løgdu fram.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)