IMG 5355
Ferðavinnufelagið

Væleydnað ferðavinnustevna á Hilton

11. november. 2025 | Tíðindi

Ferðavinnufólk hittust á Hilton til ráðstevnu og hátíðarløtu, har trý avrik vórðu heiðrað

Fríggjadagin í farnu viku savnaðust mong úr ferðavinnuni til árligu Ferðavinnustevnuna, sum í ár varð hildin á Hotel Hilton. Dagurin fevndi um framløgur og endaði við hátíðarløtu um kvøldið, har trý heiðursbrøv vórðu handað.

Á skránni vóru bæði føroysk og útlendsk innsløg, og evnini fevndu um filmsferðavinnu, nýskapan og samskifti. Framløgurnar hesaferð vóru:

  • Julie Lindegaard: I filmens fodspor – erfaringer og faldgruber i arbejdet med filmturisme
  • Sóley Heradóttir Hammer: Samstarv og nýskapan – tiltøk, sum menna ferðavinnu
  • Eydna Skaale: Retorikkur sum amboð

Framløgurnar vístu á týdningin av strategi, samstarvi og góðum samskifti, og hvussu ferðavinnan framvegis kann mennast við at hugsa nýtt og flyta mørk.

Heiðursbrævahandan
Í veitsluni um kvøldið vórðu ársins heiðursbrøv latin í trimum bólkum: Ársins ferðavinnufólk, ársins átak og ársins avrik.

Ársins ferðavinnufólk: Fríðun Jacobsen
Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, sum dagliga mynda gestaupplivingina í Føroyum. Í grundgevingini varð sagt, at:

“Vinnarin í ár er ein, sum fær alt at rigga. Hon krevur ikki stórvegis rúm, men dugir at skapa rúm fyri øðrum – gestum, starvsfeløgum og øllum teimum, sum fáa gleði av hennara arbeiði. Í nógv ár hevur hon verið lívæðrin í føroysku ferðavinnuni og er ein ímynd av tí besta, vit hava at bjóða.”


Í ár fór heiðurin til Fríðun Jacobsen. Fríðun var burturstødd, og tí tók dótturin, Josefina, ímóti heiðrinum og blómunum hennara vegna.

Ársins átak: Við Tjarnir
Heiðursbrævið  verður latið teimum, sum við hugflogi og dirvi menna ferðavinnuna við nýggjum hugsanum. Grundgevingin til ársins vinnara ljóðaði soleiðis:

“Vinnarin í ár tosar ikki bara um dreymar, men setir teir í verk. Átakið hevur skapt karmar, vit ongantíð áður hava sæð í Føroyum. Vinnarin hevur flutt mørkini fyri, hvat vit halda vera gjørligt, tí har kunnu vit savnast, syngja, spæla, læra og halda ráðstevnur og konsertir alt árið. Átakið hevur longu givið Føroyum nýtt lív og nýggjar møguleikar.”


Í ár varð við Tjarnir kosið ársins átak. Regin Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, var burturstaddur og kundi tískil ikki taka ímóti heiðrinum.

Ársins avrik: Poul Andrias Ziska
Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, sum hava sett Føroyar á altjóða kortið og hækkað støðið í ferðavinnuni. Í grundgevingini varð m.a. sagt, at:

“Talan er um ein, sum longu sum ungur vísti serligar gávur. Við nærlagni, skapanarhugi og ómetaligum ágrýtni hevur hann prógvað, at føroyskar rávørur og vilji kunnu røkka heimsins hægstu tindum. Hann hevur staðið á odda fyri einari menning, sum hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið – og nú endurvunnið stjørnurnar, sum øll tosa um.”


Í ár fekk Poul Andrias Ziska heiðursbrævið.

Dómsnevndin
Í dómsnevndini sótu:

  • Henny á Líknargøtu, Ferðavinnufelagið
  • Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands
  • Annika Lisberg, Kunningarstovurnar

Annað á breddanum

  1. Yrkisleiðin - nógvir og góðir møguleikar at fara í læru

    Ung í 8. flokki í Tórshavnar kommunu fingu í farnu viku innlit í nógvu møguleikarnar at fara í læru og velja eitt handverksyrki, tá ið tiltakið Yrkisleiðin varð hildið á Reinsarínum

    11. november. 2025 | Handverk og ídnaður
    IMG 5225
  2. Heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni 2025

    Tríggir heiðrar vórðu latnir á Ferðavinnustevnuni 2025 í kvøld. Fríðun Jacobsen, við Tjarnir og Poul Andrias Ziska fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í ferðavinnuni

    07. november. 2025 | Ferðavinna
    Ferðavinnustevnan Heiðrar 2025
  3. Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

    Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin. Stevnan verður fríggjadagin 7. november við spennandi fyrilestrum og handanini av ársins heiðrum

    03. november. 2025
    Ferðavinnustevnan 2025 Seinasta Freist