Væleydnaður kunningarfundur um m.a. patent og vørumerkir

04. mai. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hósdagin 23. apríl var kunningarfundur í Vinnuhúsinum um Design-, Patent- og Vørumerkjalógina umframt lógina um brúksmodellir.

“Vit ynskja fegin at vegleiða føroyskum fyritøkum um skráseting av patentum, brúksmodellum, design ella vørumerkjum. Hóast hetta fyri fleiri kann tykjast fløkjasligt ella torført, so kann tað verða umráðandi fyri kappingarføri at skráseta til dømis eitt vørumerki ella eitt patent”, segði Anette Tofteng , chefkonsulentur í Patent- og Varemærkestyrelsen.

Luttakararnir settu fleiri áhugaverdir spurningar og tosað varð um nógv ymisk evnir og dømir frá føroyska vinnulívinum.

Um limir hava áhugað í at frætta meira frá kunningarfundinum, so kunnu tit, við at senda ein teldupost til jorun@industry.fo, fáa atgongd til framløgurnar frá fundinum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737