Vælvirkandi skipan fyri útlendskar handverkarar

19. september. 2014 | Áskoðan

Seinastu dagarnar hava bæði fakfelagsumboð og politikarar verið frammi í fjølmiðlunum við kritiskum útsøgnum og fyrispurningum um, hvussu nýggja skipanin við handverkarum úr ES-londum virkar. Róð verður fram undir, at trupulleikar eru í skipanini. Tað, sum verður borið fram, er tó ikki í tráð við veruleikan. Veruleikin er hesin:

·         Tá ein arbeiðsgevari setur ein handverkara í starv, skal setanin fráboðast til myndugleikarnar, áðrenn viðkomandi byrjar, og tá skal viðleggjast skjalprógv fyri at viðkomandi hevur útbúgving sum handverkari. Handverkarar úr ES-londum, sum koma hendavegin skulu tí hava neyðugu pappírini.

·         Tað er eisini krav, at lønar- og arbeiðstreytir hjá útlendsku handverkarunum ikki skulu vera verri enn tær, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so uppáhaldið um undirløntar handverkarar er neyvan eftirfarandi. Um føroyski arbeiðsgevarin ikki heldur tær treytir, sum eru settar í samband við góðkenningina, kann arbeiðsgevarin verða revsaður við bót ella fongsul.

·         Einki fakfelag hevur sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir.

·         Flestu byggifyritøkur vilja helst hava føroyskar handverkarar í starvi, og seta sum meginreglu bert útlendskar handverkarar, um neyðuga arbeiðsmegin ikki finst í Føroyum. Tað er tí lítið sannlíkt, at nøkur føroysk byggifyritøka skal hava sagt ein føroyskan handverkara upp fyri at seta ein handverkara úr einum ES-landi í staðin. Tó er tað sjálvandi bæði áðrenn og aftaná lógarbroytingina komið fyri, at ein føroyskur handverkari er uppsagdur, og orsøkirnar til hetta kunnu vera so nógvar.

·         12 fyritøkur hava vent sær til Vinnuhúsið og biðið um at fáa limaprógv fyri limaskap í arbeiðsgevarafelagi. Hetta er ein fortreyt fyri at seta ES-handverkarar í starv eftir nýggju skipanini. Nógv tann størsti parturin av føroysku byggifyritøkunum hava tí ikki møguleika at seta útlendskar handverkarar í starv eftir nýggju skipanini.

Fakta um nýggju skipanina.

Lógin, sum kom í gildi 1. Juli 2014, ger tað møguligt hjá arbeiðsgevarum, sum virka í byggivinnuni, at gerast undangóðkendir til at seta faklærdar handverkarar í starv, tá arbeiðsloysið í Føroyum er undir 6 %. Tað eru tríggjar treytir fyri at arbeiðsgevari kann fáa og varðveita hesa undangóðkenning:
1. Fyritøkan skal vera skrásett í Føroyum

2. Fyritøkan skal vera fevnd av kollektivum sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum um lønar- og arbeiðsviðurskifti.

3. Fyritøkan skal verða skrásett hjá TAKS sum ávísingarskyldug eftir føroysku skattalógini.

Tá fyritøkan er vorðin undangóðkend, kann hon seta útbúnar handverkarar úr ES-londum í starv. Treytin fyri at fyritøkan kann seta ES-løntakara í starv er, at setanin fevnir um í minsta lagi 30 arbeiðstímar um vikuna, og at lønar- og arbeiðstreytir ikki eru verri enn ásett í kollektiva sáttmálanum.

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Nú nýggja frítíðarárið er byrjað, eiga arbeiðsgevarar at leggja summarfrítíðina til rættis í góðari tíð

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Frítíð2026
  3. Ringbúskapur snýr seg eisini um kappingarføri

    Ringbúskapur kann gerast ein kappingarfyrimunur hjá fyritøkum, sum duga at gagnnýta tilfeingi betur og skapa nýtt virði úr avlopstilfari

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Loop Forum 1