Vænta, at fleiri fara at taka eina yrkisútbúgving

27. februar. 2017 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Fleiri av feløgunum í Vinnuhúsinum bjóðaðu hós- og fríggjamorgunin í síðstu viku øllum 8. floksnæmingunum í Tórshavnar kommunu í Reinasaríið, Perluna og Miðlahúsið, har tólv ymisk yrkislærd greiddu teimum frá um sína starvsleið.

Tað er eingin loyna, at føroyski arbeiðsmarknaðurin manglar handverkarar og fólk við yrkisútbúgving annars; tað er alt frá timburmonnum, málarum, bakarum, krambakallum, tænarum o.s.fr. Tó at tað ikki finnast nóg eftirfarandi hagtøl yvir hendan tørv í Føroyum, benda frásagnirnar í grannalondum okkara Noregi og Danmark á, at tað um smá fimtan ár koma at mangla millum 55-65.000 yrkislærd í hesum báðum londum hvør sær.

Rósa Maria Restorff, sum er útbúgvin tænari og móttøkufólk, var ein av luttakarunum: ”Sjálvandi skulu vit hava fleiri yrkislærd. Hesi størvini skulu fyllast, eisini í framtíðini. T.d. skulu vit øll á W.C., og onkur má leggja rørini. Vit skulu øll hava tak yvir høvdið, og onkur má byggja hús og íbúðir. Okkum dámar væl at fara út at eta, og onkur skal gera og servera matin.  Hetta gera yrkislærd við stoltleika.

Tað tykist onkursvegna sum, at fólk eru bangin fyri at læsa seg føst í einum starvi, og kanska tí verða yrkisútbúgvingar valdar frá. ”Tað er stórt spell, tí veruleikin er tann, at man saktans kann lesa víðari við einari yrkisútbúgving” fortaldi Fróði Horn Baldvinsson, sum er útbúgvin maskinsmiður, men hevur síðani tikið eina Bachelor oman á sína yrkisútbúgving.

Seinastu tíðina hevur verið sett fokus á tørvin eftir yrkislærdum, m.a. við at framleiða undirvísingartilfar til framhaldsdeildina og at skipa fyri kunningartiltøkum. ”Tað er ikki líka trupult at fáa lærlingar, sum tað var fyri bara einum ári síðani. Tí vænta vit eisini, at fleiri nú fara at taka eina yrkisútbúgving” sigur Sámal Erik Hentze, formaður í Havnar Handverksmeistarafelag

Tað var Føroya- og Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagið og Ferðavinnufelagið saman við Tórshavnar kommunu og skúlunum í kommununi, sum saman skipaðu fyri tiltakinum.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)