Vænta príshækking á hvítfiski

10. mars. 2014 | Tíðindi | Fiskivinna

Eftir nøkur ár við stórari niðurgongd í prísinum kann 2014 gerast árið, tá prísurin á hvítfiski aftur fer at hækka. Tað heldur Ragnar Nystøyl, greinari hjá Kontali Analyse í Noregi.

Nystøyl legði sína greining fram á sjómatráðstevnuni NASF í Bergen herfyri, og hon vísir eina støðuga gongd í útboðnum av hvítfiski. Hvørki útboðið av villum ella aldum hvítfiski økjast nakað serligt, eftir at útboðið av toski er økt munandi seinastu árini.

  • Økingin í útboðnum av toski hevur verið orsøkin til, at prísurin á hvítfiski er fallin so nógv, vísir Ragnar Nystøyl á.

Nøgdin av toski, sum varð landað í 2013, var tann sama sum varð landað í 1997, tá samlaða veiðan av atlantiskum toski var 1,4 mió. tons. Útflutningsprísurin á toski er seinastu árini fallin úr 35 krónum niður í 18 NOK pr. kilo.

  • Tað er ES marknaðurin, sum tekur ímóti teimum størstu nøgdunum av toski og hvífiski annars. ES tekur ímóti umleið 80 prosent av toskinum. ES keypir umleið 1,4 mió. tons av toski um árið og 3 mió. tons av hvítfiski tilsamans. USA tekur ímóti uml. 900.000 tons, Russland nærum 600.000 tons og Japan undir 500.000 tons.

Nøgdirnar av aldum hvítfiski eru eisini meira støðugar við einum lítlum vøkstri.

Kelda: Intrafish

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737