Val 2011- Fólkaflokkurin

21. oktober. 2011 | Áskoðan

Valskráin hjá Fólkaflokkinum “Vitan, vilji og vælferð skapa varandi vøkstur” er komin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar valskráum og uppskotum annars vælkomin, tí so ber til at kjakast um, hvør haldgóða kósin fyri Føroyar skal vera.

Í valskránni eru fleiri viðurskifti í fiskivinnuni, sum flokkurin ætlar at broyta. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við sjónarmiðið hjá flokkinum um at fremja eina fiskivinnunýskipan, sum ger vinnuna frælsari og tryggari í varandi kørmum. Men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta fyrst av øllum skal gerast við at lækka veiðitrýstið, soleiðis at fiskastovnarnir undir Føroyum koma fyri seg aftur, og veiðan hervið gerst so stór, sum hon átti at verði. Ein tílík broyting skal gerast við støði í teimum tilmælum, sum Havstovan kemur við.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um týdningin, sum Fólkaflokkurin leggur á vøkstur, at tað skal loysa seg at arbeiða, skatta- og avgjaldssteðg á vinnulív umframt átøk á vinnuøkinum, sum t.d. at tryggja fría kapping, útbjóðing av almennum tænastuveitingum og at einskilja almennar vinnufyritøkur. Fólkaflokkurin vil eisini virka fyri eini flat-skatta skipan við hækkandi botnfrádrátti, og ein slík skipan hevði loyst trupulleikan við høga føroyska marginalskattinum. Tó fyriliggja ongar útrokningar, sum meira nágreiniliga vísa hvussu hetta skal skiljast. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tørvur er á eini skattanýskipan, og felagið bjóðar seg fram til at luttaka í einum tílíkum arbeiði.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at Fólkaflokkurin vil áseta ein útreiðslusteðg fyri almennu útreiðslurnar, og at yvirskot skal vera á fíggjarlógini í 2016. Tað undrar tó Føroya Arbeiðsgevarafelag, at samstundis sum flokkurin setur sær hesi mál umframt lægri skatt, so vil flokkurin samstundis fremja eina røð av tiltøkum til heilsu, trivnað o.a., ið hava útreiðslur við sær fyri almenna geiran. Tað vildi tí givið valskránni størri trúvirði, um Fólkaflokkurin kundi greitt frá, á hvørjum økjum sparingarnar skulu fremjast, so at hesi málini kunna røkkast.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast eisini um, at flokkurin leggur dent á týdningin av orkumálum, tó er umráðandi at dentur verður lagdur á at finna kostnaðareffektivar loysnir á avbjóðingunum á orkuøkinum.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    26. august. 2025
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindum

    Um Føroyar skulu vinna á altjóða talvborðinum, mugu vit spæla okkara egnu leikir. Vit vinna ikki við at kopiera leikir hjá øðrum, tá ið tað ræður um at tryggja kappingarføri Føroya

    26. august. 2025
    2151476060
  3. Turið heldur fram sum forkvinna í AFF

    Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum hevur skipað seg við verandi nevnd

    26. august. 2025
    Aðalfundur AFF