Val 2011 - Framsókn

19. oktober. 2011 | Áskoðan

Valskráin hjá Framsókn er nú komin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar valskráum vælkomin, tí so ber til at kjakast um, hvør haldgóða kósin fyri Føroyar skal vera.

Framsókn meldar greitt út, at fiskiskapurin skal vera burðardyggur, og hetta er eitt sjónarmið, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag stuðlar.  Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir ein nýggjan fiskivinnupolitik, ið tekur atlit til alla virðisketuna, frá fiskurin verður framleiddur, til fiskurin er seldur á einum marknaði. Fyrsta stigið er at lækka veiðitrýstið, soleiðis at fiskastovnarnir undir Føroyum koma fyri seg aftur, og veiðan hervið gerst so stór, sum hon átti at verði. Við at gera hesar broytingar kunnu vit eftir fáum árum økja um virðið og avlopið í vinnuni, og kann hetta verða týðandi fyri langtíðarbúskaparvøksturin í Føroyum.
Framsókn ætlar at innkrevja gjøld frá fiskivinnuna og alivinnu fyri nýtslurættindi. Felagið hevur tó tað grundleggjandi sjónarmið, at stuðulsskipanir til fiskivinnuna skulu avtakast, áðrenn  tílík gjøld kunnu ásetast. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum sigur, at ” Tað gevur ikki meining at geva pening út til fiskivinnuna við aðrari hondini við einum skattalætta og taka pening inn við hinari hondini í formi av skatti á vinnu”.
Eisini er Føroya Arbeiðsgevarafelag ímóti, at eitt tilfeingisgjald skal fíggja hallið á fíggjarlógini, tí vandi er fyri at avgerðirnar á fiskivinnuøkinum verða tiknar við stutttíðar atlitum til komandi fíggjarlóg, heldur enn langtíðaratlitum til føroyskan búskap og samfelag. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur heldur ikki undir við uppskotinum um at krevja fiskin seldan um eina góðkenda uppboðssølu. Felagið heldur tvørturímóti, at verandi krav um uppboðssølu skal avtakast, soleiðis at samstarv, keyp og søla kunnu finna eina náttúrliga legu, eins og í øðrum vinnum.
Framsókn hevur sett sær sum mál at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2014, og at lønarskatturin samstundis skal verða væl lægri. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at flokkurin við hesum hevur stillað kikaran á tvær av størstu avbjóðingunum hjá føroyska samfelagnum. Tað kundi tó givið valskránni størri trúvirði, um Framsókn samstundis greiddi frá, á hvørjum økjum sparingarnar skulu fremjast, um hallið skal burtur í 2014.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast eisini um, at Framsókn hevur sett sær fyri, at størri privat luttøka skal vera í almenna geiranum. Tað er ein upplagdur háttur at effektivisera almennu tænasturnar, samstundis sum føroyskt vinnulív verður styrkt.
Eisini er tað positivt, at Framsókn leggur dent á møguleikarnar hjá útlendingum at virka á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)