Val 2011 – Javnaðarflokkurin

19. oktober. 2011 | Áskoðan

Valskráin hjá Javnaðarflokkinum “Rættari og lættari – øll skulu við” er komin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar valskráum vælkomin, tí so ber til at kjakast um, hvør haldgóða kósin fyri Føroyar skal vera.

Javnaðarflokkurin ásannar, at broytingar skulu gerast í fiskivinnuni. Eisini leggur flokkurin dent á, at vísindaligu tilráðingarnar skulu fylgjast. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó ikki, at “tilfeingisgjaldið fer at hava við sær skynsamari nýtslu av tilfeinginum”, soleiðis sum Javnaðarflokkurin tekur til. Tað er tørvur á at lækka veiðitrýstið, og tað er ein tílík broyting, ið vildi viðført eina skynsamari nýtslu av tilfeinginum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur ikki undir við einum tilfeingisgjaldi, um avlagandi stuðulsskipanir ikki eisini verða avtiknar, herundir skattalættin til sjófólk.Vit mugu hava í huga, at vit við at gera hesar broytingar kunnu økja um virðið og avlopið í vinnuni, og hervið fáa vit eisini eitt størri avkast til samfelagið. Føroya Arbeiðsgevarafelag er tí eisini ivasamt í mun til ætlanirnar hjá Javnaðarflokkinum at nýta tilfeingisgjaldið til økisjavningargrunn, konjunkturjavningargrunn og arbeiðsmarknaðardepil.
Viðvíkjandi ætlanini við einum arbeiðsmarknaðardepli, so er tað eisini eitt sjónarmið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í vinnusjónarmiðum sínum. Tað hevur tó týdning, at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at Javnaðarflokkurin hevur sett sjóneykuna á skattaskipana og tørvin at lækka marginalskattin. Felagið heldur tó ikki, at partafelagsskatturin skal hækka, ella at nýtslugjøld sum kringvarpsgjaldið og heilsutrygd skulu leggjast inn í skattaskipanina, tvørturímóti eiga fleiri nýtslugjøld at ásetast, samstundis sum marginalskatturin lækkar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast tó um ætlanina hjá Javnaðarflokkinum við størri útboði av almennum keypi og arbeiði. Eisini á skúlaøkinum hevur Javnaðarflokkinum sett sær mál, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við. At skipa fólkaskúlan í størri eindir og fáa fleiri útbúgvingartilboð á Setrinum. Eisini stóru ambitiónirnar fyri okkara ungu eru at fegnast um, tó heldur Føroyar Arbeiðsgevarafelag, at dentur eisini eigur at leggjast á yrkisútbúgvingar.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)