Val 2011- Sambandsflokkurin

18. oktober. 2011 | Áskoðan

Valskráin hjá Sambandsflokkinum “Trivnaður og avbjóðingar” er sum tann fyrsta komin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar valskráum og uppskotum annars vælkomnum, tí so ber til at kjakast um, hvør haldgóða kósin fyri Føroyar skal vera.

Í valskránni ásannar Sambandsflokkurin, at tíðin er komin at gera broytingar í fiskivinnuni. Fleiri góðar ætlanir eru í valskránni, men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at tað er umráðandi at undirstrika, at vit tosa um okkara høvuðsútflutningsvinnu, ið kastar ov lítið av sær til vinnuna og samfelagið. Broytingar mugu til. Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir ein nýggjan fiskivinnupolitikk, ið tekur atlit til alla virðisketuna, frá fiskurin verður framleiddur, til fiskurin er seldur á einum marknaði. Fyrsta stigið er at lækka veiðitrýstið, soleiðis at fiskastovnarnir undir Føroyum koma fyri seg aftur, og veiðan hervið gerst so stór, sum hon átti at verði.
Atli Gregersen, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, heldur at vit skulu hugsa um, hvønn týdning ein tílík broyting kann fáa fyri vinnuna og samfelagið: “Vit mugu hava í huga, at vit við at gera hesar broytingar kunnu økja um virðið og avlopið í vinnuni, og hervið fáa vit eisini eitt størri avkast til samfelagið”.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast annars um ætlanirnar hjá Sambandsflokkinum at orða vakstrarætlanir fyri ymiskar vinnugreinar, eisini fyri nýggjar vinnur. Eisini leggur flokkurin dent á tiltøk og karmar fyri vinnulív, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag heilsar vælkomnum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast eisini um, at Sambandsflokkurin – at síggja til – ásannar stóru trupulleikarnar og avbjóðingarnar, sum føroyski búskapurin stendur við. Hóast hetta, so er valskráin hjá Sambandsflokkinum á tambi við tiltøkum, ið kosta pening. Her heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tørvur er á haldgóðum politiskum ætlanum fyri, hvussu tamarhald fæst á útreiðslusíðuna av landshúsarhaldinum.
Framtíðar orkuspurningurin er eisini á dagsskránni hjá Sambandsflokkinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sambandsflokkurin eru sostatt á einum máli um, at orka er ein av stóru framtíðaravbjóðingunum fyri Føroyar. Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur dent á, at vit mugu finna kostnaðareffektivar loysnir á hesi avbjóðing.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)