Valfundur í Løkshøll týskvøldið 20. august kl. 19

16. august. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

- Ein sterk vinna og eitt sterkt samfelag hanga saman

Í sambandi við løgtingsvalið skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri valfundi í Løkshøll í Runavík týskvøldið 20. august.

Kjakast verður um tveir høvuðsspurningar:  

1. Hvussu fáa vit útvegað nóg mikið av skikkaðari arbeiðsmegi til at loysa tær samfelagsuppgávur, sum føroyska samfelagið hevur tørv á.

2. Hvussu skipa vit sum heild umstøðurnar hjá føroysku vinnuni, so vit fáa framhaldandi vøkstur og góð størv.

Hvussu manna vit ósettu størvini?
Fløskuhálsar á føroyska arbeiðsmarknaðinum orsakað av stóra tørvinum á arbeiðsmegi eru ein álvarslig hóttan móti rakstrinum og menningarmøguleikunum hjá hópin av føroyskum fyritøkum og almennum stovnum. Arbeiðsloysið í Føroyum er í løtuni eitt tað lægsta nakrantíð, samstundis sum tørvurin á arbeiðsmegi er stórur. Størv eru ósett, lønartrýstið er stórt, og kappingarførið versnar alsamt.

Fyri at hava ein væl virkandi føroyskan arbeiðsmarknað og eitt sterkt vinnulív er neyðugt, at møguleiki verður fyri at manna tey størv, sum eru tøk. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sum eina loysn skotið upp, at at tað skal gerast smidligari at seta í starv arbeiðsmegi úr øllum heiminum, so vit kunnu fáa loyst tær uppgávur, føroyska samfelagið hevur tørv á.

Mangulin á skikkaðari arbeiðsmegi innan nógvar vinnugreinar er so stórur, at tá søkt verður eftir fólki, er mangan sera avmarkaður áhugi fyri starvinum. Tað hendir tí meira enn so, at eingin umsókn er, ella eingin skikkaður er millum umsøkjararnar. Antin tí hesir ikki hava neyðugu førleikarnar til starvið, ella eru ov ungir til at søkja sær eitt lønt starv.

Hesin álvarsligi trupulleikin á arbeiðsmarknaðinum hevur nógvar neiligar avleiðingar fyri bæði fyritøkur, samfelag og í síðsta enda borgararnar, ið uppliva, at tað kann vera sera torført at fáa fatur á einum handverkara, tá eitthvørt skal gerast við húsini ella bústaðin.

Hvør skal kósin vera á vinnupolitiska økinum?
Hitt evnið, sum verður viðgjørt á politiska kjakfundinum í Løkshøll, er hvør kósin skal vera á tí vinnupolitiska økinum, so føroyskar fyritøkur fáa góðar og kappingarførar umstøður at virka undir. Ein varandi vælferð í Føroyum er tengd at, at vit hava eitt kappingarført vinnulív. Seinasti orðaði vinnupolitikkurin er frá 2005 og tørvur er á at fáa eitt kjak um kósina á vinnupolitiska økinum komandi árini.

Ein komandi samgonga eigur at dagføra vinnupolitikkin, so hann frameftir kann verða brúktur sum vegvísari, tá politisk átøk verða framd. Eitt nú við at seta fokus á, hvat skal til fyri, at vinnan framyvir økir enn meira um virðisskapanina og soleiðis kann geva enn størri íkast til samfelagsbúskapin.

Á kjakfundinum luttaka valevni fyri allar politisku flokkarnar. Eisini fáa áhoyrararnir høvi at seta spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Valfundurin í Løkshøll týskvøldið 20. august við umboðum fyri politisku flokkarnar byrjar klokkan 19.00. Orðstýrarar eru Óluva Zachariassen og Kári Mikkelsen.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737