Valfundur Grøna Orkuskiftið Web

Valfundur um grøna orkuskiftið

09. mars. 2026 | Tiltak | Burðardygd | Orka

Hósdagin 12. mars kl. 15-17 skipar netverkið Varandi Vinna fyri politiskum kjakfundi í Vinnuhúsinum um grøna orkuskiftið.

Privata vinnan, sum eigur ein stóran part av orkunýtsluni í Føroyum, hevur leingi víst á týdningin av einum skjótum, effektivum og vælskipaðum orkuskifti. Í dag er støðan tó, at grøna orkuskiftið er steðgað upp.

Hetta ger tað torført hjá fyritøkum at kappast við fyritøkur í londum, har atgongdin til grøna orku er trygg og óavmarkað.

Orkuskiftið fær ikki neyðugu ferðina, uttan at privata vinnan gerst ein virkin partur av gongdini. Men seinastu tíðina hava vit sæð fleiri dømi um, at vinnan ikki sleppur framat.

Hvussu tryggja vit, at vinnan gerst ein virkin partur av loysnini?

Vit seta m.a. fokus á:

  • politiska raðfesting
  • fløskuhálsar í orkuskiftinum
  • skjótastu og bíligastu leiðina fram
  • leiklutin hjá privatu vinnuni

📍 Vinnuhúsið
🕒 Kl. 15.00-17.00
🎙️ Óluva Zachariassen, orðstýrari
📅 Facebook-tiltak

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3