Val
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

01. mars. 2026 | Tiltak

Hósdagin 5. mars kl. 19 skipar Vinnuhúsið fyri almennum valfundi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Valevni fyri allar politisku flokkarnar luttaka í kjakinum, og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar.

Vit seta sjóneykuna á tveir avgerandi spurningar fyri føroyska samfelagið:

  • Hvussu skapa vit kappingarførar karmar, sum gera tað lættari at reka og menna fyritøkur?
  • Hvussu tryggja vit starvsfólk til samfelagstørvin?

Tað er vorðið alsamt truplari og dýrari at reka vinnuligt virksemi í Føroyum. Hækkingar í almennum gjøldum og avgjøldum, umsitingartung lóggáva og óvissa um framtíðar karmar leggja stórt trýst á føroyskar fyritøkur. Hetta ávirkar beinleiðis kappingarførið og møguleikarnar at skapa vøkstur, vælferð og arbeiðspláss.

Vit eiga at hava greiðar, støðugar og kappingarførar vinnukarmar, sum gera tað lokkandi at arbeiða og menna seg í Føroyum. Tað er avgerandi, um vit vilja fáa bæði fólk og fyritøkur at velja Føroyar sum stað at búgva og virka.

Samtíðis er tørvurin á starvsfólkum vaksandi – bæði her heima og uttanlands. Við einum arbeiðsloysi upp á 1,0% og hægsta vinnutíttleika í Evropa mugu vit tosa greitt um, hvussu vit tryggja arbeiðsmegi til samfelagstørvin – frá vælferðartænastum og bústaðabygging til virðisøking av tilfeinginum.

Hvønn leiklut skulu útlendsk starvsfólk hava? Hvussu kunnu fólk, sum nærkast pensjónsaldri, og ung í størri mun gerast partur av arbeiðsmarknaðinum? Og hvussu tryggja vit, at føroyingar velja at búgva og virka í Føroyum?

Vinnukarmar og arbeiðsmegi hanga tætt saman. Uttan góðar karmar steðgar vøksturin, og uttan arbeiðsmegi steðgar menningin. Tí er hetta ein avgerandi politiskur spurningur.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt týdningarmikið alment kjak um framtíðar karmarnar fyri føroyskt vinnulív og arbeiðsmarknað.

Orðstýrari er Rógvi Olavson.

Annað á breddanum

  1. Føroysk vinna sær møguleikar í Grønlandi

    Vinnulívsfólk greiddu frá sínum royndum og umrøddu møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum á grønlendska marknaðinum

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    IMG 0048
  2. Ulla Joensen nýggj í nevndini

    Ulla Joensen varð vald í nevndina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum, har ársfrágreiðingin hjá felagnum eisini varð løgd fram

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    IMG 9984
  3. Vinnudagurin verður 18. september

    Fríggjadagin 18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 19