Vallyftir uttan búskaparvøkstur er bluff

28. oktober. 2011 | Áskoðan

Valstríðið til løgtingsval 2011 nærkast endanum. Flokkarnir og valevnini eru komin við hópin av vallyftum, ið hava stórar útreiðslur við sær. Við verandi búskaparstøðu í huga, so kann ikki nakar ivi vera um, at vallyftir uttan búskaparvøkstur er bluff.

Fyri at nøkur av rættiliga gyltu vallyftunum kunnu fremjast, so er umráðandi at fáa skapt búskaparvøkstur í Føroyum. Í bóklinginum “Koyrið so á motorin” hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag í vinnusjónarmiðum sínum eina røð av tiltøkum at fremja, soleiðis at vit kunnu skapa vøkstur og trivnað í Føroyum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fýra høvuðstilmæli, og eisini fleiri uppskot til onnur tiltøk. Tey fýra høvuðstilmælini eru hesi:
1.       Tað skal loysa seg at arbeiða - skattanýskipan við lægri marginalskatti
2.       Skil má fáast á fiskivinnuna - vit mugu innheinta mista virði á um hálva milliard árliga umframt annan vinning í virðisøking av okkara fiskatilfeingi
3.       Skilvís almenn fíggjarstýring – hallið á fíggjarlógini má burtur, tiltøk gerast í mun til bygnaðarliga hallið
4.       Vit mugu røkja okkara tilfeingi – varðveita eina lutfalsliga stóra og dygdargóða arbeiðsfjøld, røkja okkara náttúrutilfeingi, tøkan kapital og hækka vitanarstøðið

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)