Vanlig lán framvegis dýr í Danmark

25. mai. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinasta rentulækkingin hjá Tjóðbankanum gevur ikki munandi rentulækking á teimum mest vanligu útlánunum hjá tveimum av teimum størstu bankunum í Danmark.

Hóast Tjóðbankarentan í Danmark er metlág á 1,65 prosent, skulu bankakundarnir enn, gjalda meira enn 7 prosent í rentu fyri sethúsalán (ikki realkreditlán). Bæði Danske Bank og Nordea hava júst boðað frá prísbroytingum á teirra útlánum eftir at Tjóðbankin lækkaði rentuna.
Tjóðbankarentan hevur flutt seg 0,6 prosent síðani seinastu prísbroytingina hjá bankunum. Fyri vanligir bankakundar, sum t.d. hava sethúsafígging (ikki realkreditlán) og bilfígging í bankunum verður úrslitið langt frá hesum støði. Fyri eitt vanligt sethúsalán lækkar rentan við 0,25 prosent.
Hetta er galdandi fyri bæði Danske Bank og Nordea. Nordea lækkar ikki rentuna fyri billán, meðan Danske Bank hevur lækkað hana við 0,25 prosent. Lækkingarnar fara uttan iva at skuffa kundarnar, greiður stjórin í Mybanker.dk, John Norden frá: »Tað er stór misnøgd við, at rentan á lánum ikki fellur í sama mun sum rentan hjá Tjóðbankanum. Fleiri kundar merkja nærum ikki rentulækkingarnar og skilja ikki, at tá Tjóðbankin lækkar rentuna við 0,6 prosentum, at kundin bert fær 0,25 prosent.«
Innlán hava rakt botnin
Í Nordea greiður Claus Christensen fra, at tær minimalu rentulækkingarnar koma av, at renta av innlánum ikki fellur eins nógv: » Fyri meginpartin av innlánunum kann rentan ikki lækkast meira. Peningastovnarnir halda fast um at veita 3,25 prosent fyri innlán við longri uppsagnarfreist fyri at varðveita innlánini í peningastovnunum. Rentulækkingin førir til, at rentumarginalurin er minkandi. Rentulækkingin kostar umleið 200 mió. kr. við hesi rentulækking,« sigur Claus Christensen
Í Danske Bank er innlánsrentan á vælumtóktu 24/7 innlánunum longu á null um ein hevur upp til 25 tkr. á bók. Er meira enn 25.000 kr. á kontoini, fær ein 0,25 prosent í rentu. Á lønarkonti í Nordea fæst 0,125 prosent óansæð innistandandi upphædd.

Nordea hevur lækkað rentuna á prioritetslánum við 0,1 prosent, meðan Danske Bank hevur lækkað rentuna við 0,35 prosent. Prioritetslán er ein háttur at fíggja sethús í Danmark.
Til samanberingar kann nevnast, at vegleiðandi rentustøðið í føroysku peningastovnunum, sambært heimasíðum hjá peningastovnum er:
Útlán:
Lægsta sethúsafígging: uml 5,70 prosent (Realkreditfígging: fra uml. 3,87 til 6,3 prosent)
Bilfígging: uml. 7,0 prosent
 
Innlán:
Vanlig lønarkonta uml 0,1 prosent -
Longri uppsøgn: uml. 0,5 – 2,5 prosent
Kelda: epn.dk, heimasíðurnar hjá peningastovnunum.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)