IMG 0348
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Varandi Vinna

28. mai. 2025 | Tiltak | Burðardygd

Evnið á hesum netverksfundi er talgild amboð til skráseting

Í Føroyum hava alsamt fleiri fyritøkur tørv á talgildum skipanum til at skráseta data – t.d. um rávøru, framleiðslu og burðardygd. Men hvørji amboð eru á marknaðinum, og hvørji hóska best til føroysk viðurskifti?

Evnið á netverksfundinum hesa ferð er Talgild amboð til skráseting. Vit lýsa møguleikar, góðsku og prís á tøkum amboðum, sum hóska seg til føroysk viðurskifti.

Nær: 28. mai 2025
Hvar: Elektron, Staravegur 9 í Havn
Tíð: Kl. 12:30

Um netverkið "Varandi Vinna"
Varandi Vinna er eitt netverk, ið hevur sum høvuðsendamál at skapa góðar umstøður fyri burðardyggari framleiðslu í Føroyum. Netverkið virkar fyri, at fyritøkur kunnu samstarva um førleikamenning og um at skapa betri karmar til burðardygd.

Málið er, at føroyskt vinnulív raðfestir burðardygd og ger arbeiðið á ábyrgdarfullan hátt, har bæði umhvørvisliga og sosiala tilfeingið verður gagnnýtt við skynsemi. 

Netverkið er tøkt hjá øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag.

Serskild skipan verður gjørd fyri fyritøkur, sum ikki kunnu gerast partur av Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hug at vera partur av netverkinum?

 

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3