IMG 0348
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Varandi Vinna: Burðardygd í óvissum tíðum

02. juni. 2025 | Tíðindi | Burðardygd

Á ársfundinum hjá Varandi Vinnu fer Ata Bærentsen at varpa ljós á, hvussu fyritøkur kunnu arbeiða við burðardygd í óvissum tíðum.

Mikudagin 11. juni hittast tær 32 limafyritøkurnar í Varandi Vinnu til ársfund á Hotel Hilton. Á skránni er serligur dentur lagdur á burðardygd og tær avbjóðingar, sum føroyskar fyritøkur møta í einum broytiligum og óvissum altjóða umhvørvi.

Fundurin verður settur kl. 13 við fyrilestri frá Atu Bærentsen, sum hevur drúgvar royndir í ESG og burðardyggari strategimenning. Í fyrilestrinum “ESG í óvissum tíðum: Hvat merkir tað fyri føroyskar fyritøkur?” fer hon at vísa á, hvussu fyritøkur kunnu arbeiða við burðardygd hóast vaksandi óvissu og broytingar í krøvum – ikki minst úr ES.

Burðardygd sum kappingarfyrimunur
Ata greiðir millum annað frá, hvat sonevnda Omnibus-uppskotið í ES snýr seg um, og hvussu tað speglar eina víðfevnda óvissu um framtíðar reglur og krøv til vinnulívið. Hon vísir eisini á, hvussu altjóða rák raka føroyskar fyritøkur, og hvussu tær við greiðari kós og strategiskum atlitum kunnu gera burðardygd til ein kappingarfyrimun.

Luttakararnir fáa harafturat ítøkilig ráð, dømi úr veruleikanum og eina praktiska innleiðslu í dupulta ávirkanargreining – eitt amboð, sum er serliga væl egnað sum byrjanarstøði hjá fyritøkum, ið vilja arbeiða miðvíst og virkisfremjandi við ESG.

Ata Bærentsen er útbúgvin advokatur og hevur yvir 15 ára royndir í samanspælinum millum vinnu, lóg og burðardygd. Hon hevur ráðgivið bæði stórum og smáum fyritøkum um, hvussu ESG-átøk kunnu setast í verk á ein hátt, sum skapar virði – bæði fyri fyritøkuna og samfelagið.

Eitt ár við burðardyggum arbeiði
Seinni verður farið til ársfundin sjálvan. Her verður gjølliga greitt frá, hvussu fyrsta árið hjá Varandi Vinnu hevur eydnast. Hvørji mál eru sett og rokkin, og hvørji stig eru tikin til at minka um útlátið. Eisini verður víst á, hvussu netverkið arbeiðir við at betra karmarnar hjá fyritøkum, sum vilja reka eina burðardygga vinnu.

Fundurin endar við vali av nýggjum stýri fyri skeiðið 2025/2026.

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816