Varðveitið brúkaragjøld á samferðslukervinum

03. mai. 2022 | Áskoðan

Í løtuni er samferðslupakkin til viðgerðar í Fíggjarnevndini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at varðveita brúkaragjøld á samferðslukervinum fyri at tryggja, at tað ikki fellur í órøkt.

Fíggjarnevndin viðger í hesum døgum samferðslupakkan, sum varð lagdur fyri Løgtingið um ársskiftið. Tað er torført hjá almenninginum at fáa innlit í, hvat úrslitið av viðgerðini verður. Tað er tó umráðandi, at tær avgerðirnar, sum verða tiknar nú beint áðrenn Løgtingið fer til hús, ikki fáa negativar avleiðingar fyri standin á samferðslukervinum, herundir eisini undirsjóvartunlum.

Tað er sjón fyri søgn, at standurin á samferðslunetinum, herundir eisini veganetinum, sum heild er merktur av manglandi viðlíkahaldi gjøgnum fleiri ár. Fleiri frágreiðingar hava staðfest, at tørvur er á munandi viðlikahaldi av samferðslunetinum. Um samferðslunetið ikki verður viðlíkahildið javnt og samt, verður samlaði kostnaðurin av viðlíkahaldinum nógv størri, tá ringi standurin á netinum einaferð ger tað átroðkandi neyðugt at fara undir at viðlíkahalda.

Hóast bileigarar gjalda vegskatt, hevur tað víst seg, at politiski áhugin at játta pening til neyðugt viðlíkahald av samferðslunetinum hevur verið sera lítil. Um játtanin á fíggjarlógini skal nýtast til viðlíkahaldið av undirsjóvartunlunum eisini, er sannlíkt, at teir verða merktir av sama vantandi viðlíkahaldi, sum vit hava sæð seinnu árini.

Heldur enn at gera semjur í fíggjarnevndini í tólvta tíma áðrenn Løgtingið fer til hús, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at politiska skipanin eigur at gera neyðuga fyrireikandi arbeiðið til eina skipan, sum tryggjar eitt nøktandi viðlíkahald, og har eitt brúkaragjald til neyðugt viðlíkahald er partur av loysnini.

Tað er frammanundan trongt á fíggjarlógini, og um játtanir á fíggjarlógini skulu nýtast til at fíggja viðlíkahald á undirsjóvartunlum, og kanska eisini ein lægri ferðaseðlaprís til Strandferðsluna, er lítið sannlíkt, at støðið á viðlíkahaldinum av samferðslunetinum fer at batna komandi árini.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737