Vegleiðing um feriu og privata ferðing til útlandið

31. mai. 2021 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Nú stundar til feriutíð, og flestu starvsfólk hava avtalað feriu í samráð við arbeiðsgevaran. Orsakað av COVID-19 støðuni kring heimin verður mælt til, at arbeiðsgevarar og starvsfólk gera greiðar avtalur sínámillum fyri at tryggja, at starvsfólk kunnu møta aftur til arbeiðis eftir feriuna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á arbeiðsgevarar um at tryggja sær, at starvsfólk eru væl kunnað um viðurskiftini í sambandi við feriu, ferðing í útlandinum og COVID-19.

Hesi viðurskifti eru viðkomandi at hava í huga:

  • Koppsetingartilgongdin er í gongd.
  • Tilmælini um heimauppihald í Føroyum eru í løtuni ymisk, alt eftir um fólk eru koppsett ella ikki.
  • Donsku ferðavegleiðingarnar byggja aftur á smittustøðuna í ymsu londunum, og londini verða býtt sundur í gul, appelsingul og reyð lond.
  • Munur er á ES- og Schengenlondum og triðjalondum.
  • Starvsfólk kunnu missa rættin til løn, um tey ikki møta aftur til arbeiðis sum avtalað orsakað av, at tey hava ferðast uttanlands í stríð við tilmælini frá myndugleikunum. Hetta kann t.d. verða, um tey ikki fáa møtt til arbeiðis til avtalaðu tíð vegna sóttarhald ella COVID-19 smittu.
  • Frávera frá arbeiði uttan avtalu við arbeiðsgevara kann hava starvsrættarligar avleiðingar fyri starvsfólk.

Hetta er ikki galdandi fyri ferðing í arbeiðsørindum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737