Vegurin Sum

"Vegurin sum arbeiðspláss" aftur boðið út

04. desember. 2023 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða á vegunum

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnurin hjá handverkarum, skipar fyri skeiðinum "Vegurin sum arbeiðspláss"

Komandi skeið verður hildið á Hotel Hafnia mánadagin 26. og týsdagin 27 februar. Kostnaðurin er 3.995 krónur, men limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag luttaka fyri 3.295 krónur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost á industry@industry.fo og uppgeva fylgjandi upplýsingar um skeiðsluttakaran:

Navn

Føðingardag

Telefonnummar

Teldupost

Fyritøku

Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitan her

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt hóskvøldið

    Samráðingarnar halda fram hósdagin

    06. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Sáttmálarnir longdir til midnátt mikukvøldið

    Samráðingarnar halda fram mikudagin

    05. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4