Vend kemur í amerikanska búskapin í heyst

02. mars. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sálarfrøði hevur avgerandi týdning fyri at fáa USA úr búskaparligu kreppuni, og tí er tað eisini týdningarmikið at Barack Obama, forseti, hevur stóran fólkatokka.

Hetta sigur viðurkendi búskaparfrøðingurin Robers Wescott, sum heldur, at búskapurin í USA í heyst aftur fer at taka seg spakuliga fram.

Amerikanska brúkaraálitið er langt niðri í kolkjallaranum. Næstan annar hvør amerikanari er bangin fyri at missa arbeiði, og tí er tað avgerandi hjá Obama at fáa vent hýrinum, og fáa fólk at brúka pening, so gongd aftur kemur á vøksturin og tann neiligi snyrilin verður steðgaður.

Tað sigur Robert Wescott, sum fyrr hevur verið ráðgevi hjá Bill Clinton, forseta, og nú er við í einum bólki av búskaparfrøðingum, sum ráðgeva Obama.

”Álit er tað, sum hevur størst týdning júst nú. Tað týdningarmiklasta fyri forsetan er at tey fólkini, sum hava arbeiði, halda fram við at keypa”, sigur Robert Wescott.

”Eg rokni við at hjálparpakkin hjá Obama fer at virka og fer at styrkja álitið. Eg rokni við, at búskapurin í USA kemur á botn í triðja ella fjórða ársfjórðingi í ár”, sigur Robert Wescott.

Ein orsøk til bjartskygni hjá Robert Wescott er at hjálparpakkarnir eru so ovurhonds stórir, at tað sambært hansara útrokningum svara til 9 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í USA.

”Tað átti at veri nokk til at grøtt sjúklingin. Tað hendir ikki skjótt, men tá vit nærkast sumri fara yvirskriftirnar ivaleyst at broytast, so at tær ikki longur siga frá at 600.000 fólk missa arbeiði hvønn mánaða, men at hetta talið í staðin er 200.000. Og í september, oktobur ella november kunnu vit rokna við at síggja yvirskriftir, sum siga frá, at talið av nýggjum arbeiðsplássum økist við 50.000 um mánaðin,” sigur Robert Wescott.

Kelda: borsen.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)