Vend longu komin í heimsbúskapin

17. august. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sambært einum leiðandi búskaparfrøðingi í amerikanska stórbankanum Goldman Sachs, er niðurgongdin í heimsbúskapinum nú steðga og komandi ár fer búskapurin at vaksa við 4 prosentum.

Nógvir altjóða búskaparfrøðingar hava í síðstuni sagt seg roknað við, at afturgongdin í amerikanska búskapinum steðgar í 3. ársfjórðingi í ár.
Hóast tað framvegis verður tosað um vandan fyri, at búskapurin kann minka aftur, hava partabræva­marknaðirnir tikið so mikið væl ímóti hesum tíðindum, at tey týdningarmiklastu vísitølini í løtuni eru á teirra hægsta støði higartil í ár.
Men Jim O’Neill, ið er stjóri á altjóða greinaradeildini hjá Goldman Sachs, heldur tó orsøk vera til enn størri bjartskygni. Hann væntar at tað skjótt verður staðfest, at heimsbúskapurin longu byrjaði at vaksa aftur í síðsta ársfjórðingi. Hetta byggir hann m.a. á tíðindini í farnu viku um, at bæði franski og týski búskapurin øktust í undanfarna ársfjórðingi.
Í einum uppriti skrivar Jim O’Neill millum annað:
“Úr øllum herðashornum koma framvegis fleiri dómadagsprofetiir, men búskaparligu tølini fyri Europa, ið vórðu kunngjørd í farnu viku, stuðla teirri niðurstøðu, at gongdin í heimsbruttotjóðarúrtøkuni gjørdist jalig longu í farna ársfjórðingi.”
Jim O’Neill vísir á, at Japan er tann síðsti av teimum stóru búskapunum, ið framvegis ikki hevur boðað frá búskapargongdini í 2. ársfjórðingi. Her roknar hann við einari øking á 4 prosent í mun til 2. ársfjórðing í 2008, og tað verður eftir øllum at døma nokk til, at bruttotjóðarúrtøkan í samlaða heimsbúskapinum økist.
Jim O’Neill væntar eisini, at heimsbúskapurin fer at vaksa nógv komandi ár. Hóast hann roknar við, at evropiski búskapurin bert økist við 1,3 prosentum, so væntar hann, at heimsbúskapurin veksur við heili 4 prosentum í 2010.
Kelda: epn.dk

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios