Verandi sporførisskipanir eru viðbreknar

01. november. 2010 | Tíðindi | Fiskivinna

Í dag finnast fleiri ymiskar sporførisskipanir í fiski- og alivinnuni. Tað kemur ikki ofta fyri, at hesar verða skeivt brúktar, men kortini kunnu tær vera viðbreknar, sigur Jostein Storøy, ið starvast hjá norsku granskingarfyritøkuni Sintef Fiskeri og Havbruk AS.

Hetta kom fram á einari ráðstevnu um sporføri, sum herfyri var hildin á Gardermoen í Noreg.

Um ein kannar norskar brúkarar av sporførisskipanum, so fær ein í flestu førum svar uppá teir spurningarnar ein setur, sigur Jostein Storøy. Trupulleikin er tó, at hetta ofta er sera tíðarkrevjandi. Hetta kemst av, at ein persónur má leita eftir upplýsingunum, sum ofta eru skipaðar í ringbindum og rokniørkum. Tað er einki galið við tílíkum skipanum, sum so, men hetta er sera arbeiðskrevjandi, samstundis um sporførisskipanirnar eru sera viðkvæmar. Um sporførið í staðin verður skipað elektroniskt, verða upplýsingarnar goymdar automatiskt og øll vitan um vøruna kann fáast fram við at trýsta á ein knapp. Avbjóðingin í dag er tí at íverkseta nýggjar KT-skipanir, sigur Jostein Storøy. Við verandi sporførisloysnum er tað torført og kostnaðarmikið at knýta nýggjar sporføriseindir uppí. Summir veitarar av skipanum hava antin ov lítla vitan ella lítlan vilja at menna samskipandi loysnir. Hetta seinna kemst m.a. av, at nýggjar sporførisskipanir eru dýrar at menna, samstundis sum tær mugu seljast yvir eitt longri tíðarskeið.
Við teimum sporførisskipanum, sum finnast í norsku vinnuni í dag, er tað, sambært Jostein Storøy, torført at binda meira enn tvey lið í framleiðsluni saman við sporføri. Í Evropa kann hetta sum einki gerast fyri 12 lið, sigur hann.
Tað eru rættuliga fáir norskir alarar, sum hava fult útbygdar elektroniskar sporførisskipanir, har upplýsingar verða tiknar automatiskt við strikukotum. Alivinnan er tí ikki klár at taka ímóti nýggjum krøvum, sum fara at koma frá kundum og myndugleikum. Av hesi orsøk er tað týdningarmikið, at fáa sum mest burturúr sporførisskipanunum í alivinnuni. Ein betri skipan hevur við sær, at sporførið verður minni arbeiðskrevjandi, at virðisskapanin verður størri, og eisini, at inntøkan verður størri, tí tað verður lættari hjá fyritøkunum at skilja sína vøru frá vøruni hjá øðrum framleiðarum, sigur Jostein Storøy at enda.
Kelda: kyst.no

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816