Verkætlanarstuðul frá NORA

02. februar. 2015 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Nú ber aftur til at søkja verkætlanarstuðul frá Norrønum Atlantssamstarvi, NORA. Freistin at søkja í hesi runduni er 2. mars.

NORA stuðlar verkætlanum av ógvuliga ymiskum slagi. Verkætlanirnar hava tó tað í felag, at tær eru allar viðkomandi í mun til yvirskipaðu stevnumiðini hjá felagsskapinum: At skapa eitt máttmikið norðuratlantsøki við einari sterkari, burðardyggari búskaparligari menning.

Verkætlanir skulu hava samstarvsfelagar úr minst tveimum av teimum fýra NORA-londunum (Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Strandanoregi).

Í Virksemisætlanini hjá NORA 2012-2016 eru tríggjar av høvuðsavbjóðingunum í NORA-økinum ávístar sum serlig áhugaøki til verkætlanarstuðul frá NORA:

  • At gera sterkar liðir sterkari við at styrkja eina burðardygga menning av siðbundna høvuðsgeiranum í økinum við at veita stuðul til nýskapandi verkætlanir í fiskivinnu og øðrum ríkidømi í sjónum. Tað kunnu t.d. vera verkætlanir við ljósi á hjáframleiðslu og higartil ógagnnýtt tilfeingi.

  • At skapa nýggjar møguleikar við at styrkja møguleikarnar fyri at gera búskapin í økinum fjølbroyttari við at stuðla uppundir at menna nýggjar vinnumøguleikar, framleiðslu, framleiðsluhættir og marknaðarførslustevnur. Tað kunnu t.d. vera verkætlanir í ferðavinnu, landbúnaði ella varandi orku.

  • At vinna á tí fjarlagni, sum er ein serlig avbjóðing fyri NORA-økið, við at stuðla verkætlanum og seta ljósið á samskifti, at menna flutningsmøguleikarnar og á virkisbundnar greiningar. Tað kunnu t.d. vera verkætlanir, sum skulu menna nýskapandi KST-loysnir til serligu viðurskiftini í Norðuratlntshavi ella hjálpa til øktan umsetning í smáu og fjarløgdu samfeløgunum í økinum.

Les meira á www.nora.fo

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737