2 (8)

Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

16. mai. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður | Sáttmálasamráðingar

Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

Verkfallið er bara galdandi fyri tey, sum bæði eru:

  • Limir í Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag
  • sum eru fevnd av einum sáttmála hjá einum av hesum fýra fakfeløgum.

Hetta er greiða niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú arbeiðarafeløgini føra nakað annað fram.

Talan er ikki um eina nýggja støðu. Hetta hevur verið galdandi í nógv harrans ár, bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Eitt nú kann nevnast, at í vegleiðing um arbeiðssteðg hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum er tað sama ásett. Har verður staðfest, at “Arbeiðssteðgurin er bara fyri tey, sum eru limir í fakfelagnum. Tey, sum ikki eru limir, hava rætt og skyldu at vera í starvinum.”

Vegleiðingin sæst her.

Somu niðurstøðu hevur Medarbejder- og kompetencestyrelen í Danmark, har tað í teirra vegleiðing verður staðfest at:

“Konflikten omfatter personer,

  • som er medlem af den faglige organisation og
  • som er ansat inden for det område, der er dækket af en kollektiv overenskomst med den pågældende faglige organisation, og for hvilket der er iværksat en overenskomstmæssig strejke/lockout.”

Vegleiðingin hjá Medarbejder- og konkurrencestyrelsen, sum hevur at kalla sama leiklut í Danmark sum lønardeildin í Føroyum, sæst her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737