Viðmerking til frágreiðing Búskaparráðsins

15. mars. 2010 | Áskoðan

Eins viðgerð av vinnum og rationalisering av almenna rakstrinum eru nakrir av boðskapunum frá Búskaparráðnum í várfrágreiðingini 2010. Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, metir tó, at fleiri av tilmæltu átøkunum eru ov illa umhugsaði, tí miðað verður bert ímóti at loysa akutta tørvin hjá Landskassanum fyri at fáa minkað um strukturella hallið. Avleiðingar av hesum verða ikki umrøddar, og eingi uppskot eru um betringar í kørmunum fyri vinnu.

Grundarlagið undir vinnupolitikkinum skal til eina og hvørja tíð vera, at ymiskar vinnugreinar verða viðgjørdar eins í vinnu- og skattalóggávuni. Hetta er týdningarmesta amboðið til at tryggja, at kappingin ikki avlagast, og vinnugreinarnar sostatt hava somu møguleikar at mennast og vinna pening.
At mælt verður til, at framleiðsluvinna og sjóvinna framyvir skulu áleggjast oljuavgjald fyri at tippa holið í landskassanum, er alt ov lítið framskygt og undirbygt, serliga tá hugsað verður um, at framleiðsluvinnan og sjóvinnan eru í sera tungum sjógvi. Føroya Arbeiðsgevarafelag minnir á, at t.d. í Danmark er sjóvinnan sum heild undantikin slík gjøld, og framleiðsluvinnan á landi kann í stóran mun fáa avgjøld av hesum slagi endurgoldin.
At Búskaparráðið ikki mælir til, at almenni sektorurin, sum hevur vaksið seg størri enn vinnulívið í Føroyum, ikki skal spenna reimina inn, er óskilligt. “Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at Búskaparráðið heldur, at almennu arbeiðsplássini mugu verjast og arbeiðsplássini í vinnuni ikki eru líka týdningarmikil,” heldur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Studningur til vinnulívið eigur at verða avtikin, tað kunnu vit bara verða samd um”, sigur Jóhan Páll Joensen, “men týdningarmikið er, at hetta verður gjørt yvir eitt hóskandi áramál, so grundarlagið ikki verður tikið undan hesum vinnum yvir náttina. At borið so í bandi, at fiskivinnan varð lívfrøðiliga burðardygg, hevði verið ein góður máti at minka um studningstørvin”.
“At búskaparkreppa er, ivast vit ikki í. At áleggja vinnulívinum størri kostnaðir í hesum tíðarskeiðnum, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga frá”, sigur Jóhan Páll Joensen, “hetta førir til fleiri húsagangir og økjandi arbeiðsloysi. Berast má soleiðis í bandi, at tey tiltøk, sum verða gjørd, verða gjørd soleiðis, at tey tilskunda vinnuligum virksemi og ikki køva vinnuligum virksemi við økjandi arbeiðsloysi sum fylgju”.

Annað á breddanum

  1. Ferðavinnufelagið mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu, soleiðis sum tað fyriliggur

    Síðani uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram, eru stórar og grundleggjandi broytingar í uppskotinum gjørdar.

    17. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Depositphotos 276270656 XL
  2. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  3. Kunningartiltak í Suðuroy um verkfallið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)