Viðmerking til kjakið í Degi og Viku um prísgongdina og inntøkubýtið

13. mai. 2022 | Áskoðan

Kjakið í Degi og Viku hóskvøldið 12. mai um prísgongdina manglaði fullkomiliga eina mótvekt frá arbeiðsgevarasíðuni – hetta hevði tíverri ta avleiðing, at skeiv uppáhald ikki vórðu mótsøgd og rættað. Innslagið var tískil í fleiri førum merkt av skeivleikum og hálvum sannleikum.

Tað var við undran, at Føroya Arbeiðsgevarafelag í gjárkvøldið mátti staðfesta, at kjakið í Dagur & Viku sendingini púra manglaði eina javnvág í umboðanini í sjónvarpsstovuni og teimum valdu samrøðunum. Vanlig journalistisk prinsipp um at lata báðar partar koma til orðanna vóru sett til viks, og tískil vórðu skeivleikar og hálvir sannleikar ikki rættaðir og átalaðir. Tað, sum ger tað uppaftur meira týðandi at fáa eina javnvág í umboðanini, og eina ávísa edrúiligheit í miðlingini, er, at arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesum døgum samráðast um nýggjar kollektivar sáttmálar. Tað er tí umráðandi, at miðlar bera røtt tíðindi, og at viðkomandi partar fáa høvi at koma til orðanna, tá prísgongdin, inntøkubýtið og líknandi viðurskifti verða viðgjørd.

Um arbeiðsgevarasíðan hevði verið umboðað í sjónvarpsstovuni, hevði hon m.a. kunnað upplýst, at:

- Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa, at inntøkubýtið í Føroyum er eitt av teimum javnastu í heiminum. Myndin, sum varð málað av einum sera ójøvnum samfelagi, er tí heilt einfalt ikki røtt, samanborið við onnur lond.

- Í sendingini vórðu nýtt donsk tøl fyri prísvøksturin fyri apríl. Vit vita enn ikki, um tey donsku tølini eru umboðandi fyri gongdina í Føroyum, men tað eru ymisk viðurskifti, sum eiga at fáa tíðindafólk at ivast í hesum. Eitt nú at prísvøksturin fyri fyrsta ársfjóðing var størri í Danmark, enn hann var í Føroyum, og at danskir brúkarar eru meira ávirkaðir av hækkandi el- og gassprísum, enn føroyski brúkarin er.

- Um vit nú skulu nýta donsk tøl, so verður í eini heilt feskari greining frá danska Fíggjarmálaráðnum av útlitunum fyri prísgongdina mett, at prísvøksturin í Danmark fyri alt árið 2022 verður á leið 5,2 %. Tað verður mett, at prísvøksturin í 2023 verður á leið 1,8%. Hóast slíkar metingar altíð eru heftar við einari ávísari óvissu, eiga tær at fáa Kringvarpið at seta spurnartekin við, um tann prísvøkstur, sum vit hava sæð higartil í ár, fer at halda fram.

- Síðani 2006 hevur miðal reallønarvøksturin í sáttmálalønunum á privata arbeiðsmarknaðinum verið 1,3% um árið. Uppáhaldið í sendingini um, at støðan hjá løntakarum gerst alsamt verri, er tí ikki røtt. Tvørturímóti hevur gongdin verið tann, at føroyski løntakarin er vorðin alsamt betri fyri.

- Reallønarvøksturin í Føroyum hevur fyri tíðarskeiðið síðani 2006 verið størri enn í grannalondunum.

Tað eru óivað fleiri viðurskifti, sum kundu verið viðmerkt, men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at omanfyri nevndu viðurskifti kunnu ikki standa ósvarað.

Tað er próvfast, at príshækkingarnar higartil í ár hava verið størri enn vanligt. Endamálið við hesari rættleiðing er at seta príshækkingarnar inn í ein størri samanhang, og at vísa á metingar hjá serfrøðingum um, at prísvøksturin sannlíkt fer at minka aftur til eitt meira vanligt støði, longu seinni í ár og næsta ár.

Annað á breddanum

  1. Undir vatnskorpuni: Lívið sum vinnukavari

    Í Vinnukikaranum hitta vit Høgna Kjeld, vinnukavara og stjóra í Green Marine Divers, sum letur okkum fáa innlit í arbeiðið undir vatnskorpuni

    17. februar. 2026
    Høgni Kjeld 3
  2. Cruiseferðavinnan eigur at skapa størri virði

    Hvussu kann cruiseferðavinnan skapa størri virði fyri føroyskt vinnulív? Sjóvinnufelagið setur evnið á dagsskránna 3. mars

    17. februar. 2026
    Cruiseskip
  3. Bransjubarr hjá Kovboyfilm

    Nevndin í Samskifti bjóðar starvsfólkum í limafeløgunum til bransjubarr fríggjadagin 20. februar

    17. februar. 2026
    Bransjubarr Samskifti Februar