Vinnuhúsið metir um fyrstu løgmansrøðuna hjá Beini Johannesen. Vit taka fram trý jalig átøk, trý neilig og trý, sum vanta
Tá ið nýggj samgonga er skipað, verður bíðað í spenningi eftir fyrstu ólavsøkurøðu løgmans, tí har fæst ein ábending um, hvørji átøk samgongan raðfestir at fáa framd fyrst.
Fyri Vinnuhúsið hava tey átøk, sum ávirka vinnuna, størstan áhuga. Vónin er, at løgmaður nevnir átøk, sum styrkja karmanar hjá vinnuni, og í øðrum lagi, at onnur átøk ikki gera karmarnar verri.
Tað er langt millum vinnuátøkini í røðuni, og yvirhøvur verður lítið gjørt burtur úr kappingarførinum hjá føroysku vinnuni. Tó hava vit valt út trý átøk, sum vit fegnast um, trý, sum vit ikki eru so fegin um, og trý, sum vit sakna.
Trý átøk, sum vit fegnast um
- Stilling av inntøkumørkunum í skattaskipanini
Í røðuni verður sagt, at ætlanin er at stilla inntøkumørkini í skattastiganum, so tey fylgja inntøkugongdini í samfelagnum. Hetta er eitt gott og neyðugt átak, um skattaprosentið ikki skal hækka sjálvvirkandi. - Raðfesta marknaðaratgongd
Ætlanin er at raðfesta arbeiðið við marknaðaratgongd á fleiri týðandi marknaðum. Føroyar eru eftirbátur í mun til okkara kappingarneytar, so henda raðfestingin er røtt og neyðug.
Tó undrast Vinnuhúsið á, at einki verður sagt um at kanna møguleikarnar fyri EFTA-limaskapi, hóast hetta er partur av samgonguskjalinum. - Átøk at fáa bygt fleiri bústaðir
Ætlanin er eitt nú at stytta um málsviðgerðartíðina í sambandi við matrikulering og at geva kommunum størri frælsi at prísseta grundstykki. Vinnuhúsið saknar tó eina meira miðvísa ætlan fyri at økja um útboðið av bústøðum, og hetta má gerast í samstarvi við kommunurnar.
Átøkini at lætta um atgongdina til fígging kunnu føra til, at bústaðarprísirnir hækka upp aftur skjótari, um útboðið ikki samstundis økist munandi.
Trý átøk, sum vóru betur ógjørd
- Hækka partafelagsskattin hjá fíggjarfyritøkum
Sambært løgmansrøðuni verður arbeitt við at hækka partafelagsskattin hjá fíggjarfyritøkum úr 18 prosentum upp í 22 prosent. Einki bendir tó á, at fíggjarstovnarnir hava eitt óvanliga stórt avkast, og tí er ógreitt, hví partafelagsskatturin skal hækka.
Hetta fer sannlíkt at økja um fíggingarkostnaðin hjá bankakundunum, bæði privat og vinnu, og henda ætlanin eigur tí at verða steðgað. - Skattaviðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands
Sum skilst er ætlanin at broyta reglurnar um uttanlandsfrádrátt, samdøgursfrádrátt, so tað framvegis verður ein skattligur fyrimunur at arbeiða uttanlands.
Vinnnuhúsið heldur ikki, tað er rætt, at føroysku skattreglurnar geva útlendskum arbeiðsgevarum ein fyrimun í kappingini um føroysk starvsfólk. - At draga barsilin út
Samgongan umhugsar, at tað fyri hvørt barn skal bera til at vera í barsli í tvey ár við lægri útgjaldi frá barsilsskipanini, og at tað skal bera til at goyma nakrar vikur av barsli í eitt áramál.
Hetta er eitt bakkast fyri javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum, tí ungar kvinnur, sum fáa fleiri børn, kunnu nú verða burtur frá arbeiðsmarknaðinum í væl longri tíð enn higartil.
Harumframt eru vit í einari støðu við metlágum arbeiðsloysi, og tá er ikki skilagott at leingja enn meira um barsilstíðina. Føroyar hava frammanundan eitt av heimsins longstu barsilstíðarskeiðum.
Tó er tað jaligt, at ætlanin er at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening.
Trý átøk, sum vit sakna
- Tvískattasáttmálar
Føroyaru er eisini eftirbátur, tá ið tað snýr seg um tvískattasáttmálar. Hetta minkar um okkara kappingarføri, serliga hjá fyritøkum innan fyri tænastuvinnuna, eitt nú handilsskipum. Tó verður einki nevnt um hetta í løgmansrøðuni. - Útlendingaøkið
Í løgmansrøðuni verða ymisk átøk nevnd, sum herða reglurnar á útlendingaøkinum. Hóast Vinnuhúsið kann taka undir við fleiri av átøkunum, eigur landsstýrið samstundis at gera tað smidligari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at hava útlendsk starvsfólk í starvi.
Eitt nú eigur tímakravið fyri ES-borgarar og triðjalandsborgarar at verða javnsett til 30 tímar, eins og tað eigur at bera starvsfólkum til at taka annað arbeiði upp á seg enn tað, tey upprunaliga vórðu sett til.
Men einki verður nevnt í løgmansrøðuni um at gera tað smidligari at hava útlendsk starvsfólk í starvi, samstundis sum reglurnar verða herdar á øðrum økjum.
Tað er umráðandi, at føroyskir arbeiðsgevarar eru kappingarførir við okkara kappingarneytar í kappingini um útlendsku starvsfólkini. - Arbeiðsútboðið
Í løgmansrøðuni verður nevnt, at ætlanin er at gera mótrokningina hjá pensiónistum lagaligari, so tað betur loysir seg at arbeiða. Hetta er jaligt.
Tó saknar Vinnuhúsið eina samlaða nýskipan, sum skal økja um arbeiðsútboðið. Eina nýskipan, sum eitt nú eisini hækkar pensjónsaldurin og hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu vit fáa fleiri ung at velja Føroyar sum sítt stað at búgva og virka.