Landsverk skal ikki tryggja kappingina í byggivinnuni, men vera ein kompetentur innkeypari. Kappingarráðið hevur ábyrgdina av at tryggja kappingarstøðuna sum heild.
Í ársfrágreiðing síni vísir Landsverk á, at tað ikki altíð er ein fyrimunur at bjóða arbeiðir út í almennari kapping. Somuleiðis verður víst á, at ein tann størsti trupulleikin er, at tað ikki er kapping um arbeiðir tí føroyski marknaðurin er so lítil.
Hetta vil Føroya Handverksmeistarafelag avvísa.
Føroyska handverksvinnan er ein sera liberal vinna har nærum eingi krøv eru til tann, sum vil bjóða seg fram at byggja. Kappingin í byggivinnuni er serstakliga hørð og eru nógv dømir um, at metti prísurin fyri eitt arbeiðið hevur ligið langt omanfyri kostnaðin, tá útbjóðingin er av. Nevnast kann kappingin um at byggja flogvøllin umframt í fleiri førum tá eitt nú almenn og kommunal vegarbeiðir eru boðin út. Eitt er tó heilt vist, verða arbeiðir ikki boðin út, so verður føroyski marknaðurin enn minni enn hann er í dag.
Landsverk vísir á, í viðtalu við Sosialin, at fermetraprísurin á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni endaði á 30.000 kr, orsaka av manglandi kapping í byggivinnuni. Hetta er ikki rætt. Orsøkin er ikki manglandi kapping í byggivinnuni, men orsaka av manglandi stýring av verkætlanini frá almennari síðu, t.e. Landsverk. Henda verkætlanin var nevniliga ikki boðin út, men gjøgnumførd eftir samráðing millum Landsverk og ein einstakan arbeiðstakara.
Tað eru fleiri dømi um verkætlanir – bæði røktarheim og skúlar - har fermetraprísurin hevur ligið undir 20.000 kr. fermeturin – eisini í tíðarskeiðum við stórum virksemi í samfelagnum. At geva byggivinnuni kollektiva ábyrgd fyri verkætlanir, sum ikki hava gingið sum ætlað, er óskilligt og rættuliga ósakligt.
At Landsverk grundgevur við, at tað er orsaka av, at verkætlanirnar verða bjóðaðar út, at kostnaðurin gerst alt ov høgur, tí ov lítil kapping er, er rein undanførsla. Hetta kann ikki lesast øðrvísi enn, at hetta verður gjørt fyri at billa fólki og politikarum inn, at betri er um alt størri partur av bæði ráðgeving og bygging skal vera á almennum hondum!
Føroya Handverksmeistarafelag vil vísa á, at tað, sum stórur saknur er á, er einum kompetentum innkeypara, sum er førur fyri at stýra stórum verkætlanum. Lat so Kappingarráðið taka sær av kappingarstøðuni á føroyska byggimarknaðinum!
Føroya Handverksmeistarafelag
Magnus Magnussen, formaður.
Annað á breddanum
Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum
Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini
14. juli. 2026 | Burðardygd
Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026
Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.
30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst
Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.
30. juni. 2026 | Shipping