Viðmerkingar til samgonguskjalið

03. november. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í samgonguskjalinum verður nevnt, at rentustuðulin skal endurskoðast. Skrivað stendur fylgjandi:

“Hægsta mark fyri stuðul fyri hvørt matrikulnummar verður ásett, stuðulin verður lækkaður fyri nýggj lán og kannað verður, hvussu stuðulin til verandi lán stigvíst kann lækkast. Rentustuðul skal vera treytaður av, at lántakarin rindar avdráttir av láninum og verða avmarkaður til ávíst áramál.”  
Prinsipielt meinar Felagið Peningastovnar, at tað skal vera samsvar millum skatting av rentuinntøkum og frádrátti/ella stuðli av rentuútreiðslum, og ikki sum skipanin í dag við rentustuðli á ávísum lánum. Í dag er tað soleiðis, at tað ikki er samsvar millum skattingina á hesum øki. Um samsvar skal vera, og skattingin av rentuinntøkum framhaldandi skal verða 35%, eigur rentustuðulin at lækkast stigvíst frá 40% til 35%, samsvarandi tí sum rentuinntøkur verða skattaðar við í dag. Harnæst eigur rentustuðul at veitast til øll lán, uttan mun til endamál. Sostatt eigur rentustuðul eisini at latast til nýtslulán, billán, bátalán osfr. og ikki bert lán til egnan bústað.
Reglurnar eru órættvísar, tí at rentuútreiðslur í sambandi við fígging av sama luti hjá einum sethúsaeigara og einum leigara verða viðgjørdar ymiskt. T.d. ber ikki til hjá einum leigara at fáa rentustuðul til eitt lán til eitt nú hvítvørur, meðan rentustuðul verður latin, um hetta er partur av einum sethúsaláni. Sama er galdandi, um leigarin ger ábøtur á eina leigaða íbúð.
Tískil fara vit at mæla til, at rentustuðulin gerst generellur fyri allar rentuútreiðslur hjá privatum.
Verandi reglur eru ikki symmetriskar, og heita vit tískil á samgonguna, um at taka Felagið Peningastovnar við uppá ráð, áðrenn arbeiðið við hesum byrjar.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)