Vinnan er klár – nú skal marknaðarførast

01. mai. 2017 | Tíðindi | Orka

Á tiltaki í Vinnuhúsinum í dag varð frágreiðing um sjóvinnuveitingar løgd fram. Úrslitið vísti greitt, at vakstrarmøguleikar eru innan føroyskar sjóvinnuveitingar og hetta hevur týðandi búskaparliga ávirkan á føroyska samfelagið.

Frágreiðingini sigur m.a., at virksemi innan sjóvinnuveitingar er vaksandi í Føroyum. Mett verður at í 2015 var samfelagsbúskaparliga inntøkan frá maritimum tænastum millum 330 og 430 milliónir krónir um árið. Av hesum verður mett, at umleið 170 mió. kr. eru beinleiðis inntøkur frá sjóvinnuveitingum til útlendsk skip.

Í fjør sigldu 600 ymisk skip fleiri enn 2.000 túrar í føroyskum sjóøkið. Tey nógvu av hesum skipum leggja ikki at í Føroyum. Hugsast kann at fleiri av teimum hava tørv á sjóvinnuveitingum, sum føroyskar fyritøkur og havnir kunnu veita.

Føroyskar fyritøkur eru á støði við altjóða veitarar. Hetta hava royndir okkara víst seinastu árini, har føroyskar fyritøkur í størri mun hava vunnið kappingina um krevjandi uppgávur við útlendskar veitarar.

Tó staðfestir frágreiðingin, at neyðugt er at betra um føroyska hagtalsgrundarlagið, tí myndugleikar skráseta og goyma ikki nóg væl upplýsingar um skipaferðslu í føroyskum sjóøki.

Víst var á, at eisini er tað týdningarmikið at samskipa og staðseta marknaðarføring av Føroyum sum maritiman depli, og byggja víðari á tað arbeiði, sum verandi fyritøkur og myndugleikar hava arbeitt við seinastu árini.

Syntesa hevur gjørt frágreiðingina fyri Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Oljuvinnufelagið, og tað var Ólavur Gregersen, stjóri á Syntesa, sum bar fram úrslitini.

Til ber at síggja framløguna her.

Sí eisini frágreiðingina, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Oljuvinnufelagið hava latið gjørt:

“Sjóvinnuveitingar – støðulýsing og vinnumøguleikar”

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737