Seafood Expo Global 1
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnan væl umboðað á heimsins størstu fiskavørustevnu

24. apríl. 2026 | Tíðindi | Havbúnaður | Fiskivinna

Við 13 fyritøkum á eyðsýndum og væl vitjaðum landabási var vinnan aftur í ár væl umboðað á heimsins størstu fiskavørustevnu

Í døgunum 21. til 23. apríl varð Seafood Expo Global hildin í Barcelona. Á føroyska landabásinum, sum hevur verið fastur táttur á stevnuni síðani 1992, tóku 13 fyritøkur lut í ár. Hetta er 32. ferðin, at føroyskur landabásur er á Seafood Expo Global.

Á stevnuni vóru tilsamans 2.300 luttakandi fyritøkur úr 86 londum, og áhugin úr Føroyum fyri at luttaka á 52.950 fermetra stóra stevnuøkinum er vaksandi. Umframt fyritøkurnar á landabásinum vitjaðu fleiri aðrar føroyskar fyritøkur og vinnulívsfólk stevnuna.  

Í ár varð føroyski landabásurin millum annað vitjaður av landsstýrismanninum í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárði á Steig Nielsen, sum hitti og prátaði við allar trettan fyritøkurnar og hinar føroysku fyritøkurnar, sum luttaka á egnum bási. 

Fyritøkurnar, sum mannaðu føroyska landabásin í ár, vóru Bakkafrost, Enniberg, Hiddenfjord, JFK, Kósin, Landshandilin, Maresco, North Pelagic, Pelagos, PRG, Rainbow Seafood, Vaðhorn og Varðin Pelagic.

Tað var Menningarstovan, sum samskipaði landabásin fyrstu árini, men seinastu árini hevur Vinnuhúsið havt ábyrgdina. Soleiðis var eisini í ár. Aftur í ár gjørdi og sniðgav lýsingafyritøkan Sansir tann 428 fermetra stóra básin, sum tryggjaði eina professionella og eyðsýnda føroyska umboðan.

Seafood Expo Global byrjaði sum ein lítil stevna í belgiska høvuðsstaðnum Brússel, men flutti seinni til Barcelona. Stevnan er partur av altjóða Seafood Expo-røðini, sum Diversified Communications skipar fyri í Norðuramerika, Evropa og Asia.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4