Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar

09. oktober. 2017 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Á fyrsta sinni eru FM vinnararnir fyri handverkslærlingar funnir í timbur, rørsmíð og hárfríðkan.

FM fyri handverkslærlingar varð hildið á Torginum í SMS hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku. Kappast varð í trimum fakum, nemliga timbur, rørsmíð og hárfríðkan.

FM vinnari í Rørsmíð gjørdist Palli Haraldsen av Kambsdali. Palli er í læru hjá Renovent. Rørsmiðjulærlingarnir skuldu montera baðivask, umframt at forbinda vaski, radiator og vesikummu við hitavekslara. Dómararnir viðmerktu, at støðið var sera høgt.

Hjá timburlærlingunum vann Ásmundur Poulsen úr Klaksvík. Ásmundur lærir hjá Kanjon. Timburlærlingarnir gjørdu eina 3-síðaða pyramidu við kongi. Úrslitið bleiv dømt í tveimum. Í fyrstu atløgu varð dømt eftir skurðunum; tilvirkan og longdarmát. Í seinru døming var hugt eftir neyvleika í samling av pyramiduni. Í úrslitinum søgdu dómararnir, at tað var sera javnt og vit hava nógvar dugnaligar lærlingar.

Hárfríðkanarkappingin var nakað øðrvísi enn hinar báðar, av tí at kappast varð í fleiri styttri kappingum. Fýra kappingargreinar vóru hósdagin, nemliga mótaklipping, fønturkan, umfrisering og bombage. Fríggjadagin var make-up og langt hár uppsetan við frí fantasi. Dømt varð í øllum seks greinunum og vinnarin gjørdist Jórunn á Gravarbø úr Klaksvík. Jórunn er í læru hjá Evoke. Eisini hendan kappingin var sera jøvn, og støðið var sera høgt.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737