Vinnudagurin 2009 verður 25. september.

29. september. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2008 er farin og Vinnudagurin 2009 verður 25. september.

Hóast trupulleikar orsakað av vánaligum floglíkindum endaði Vinnudagurin 2008 við at verða ein góður dagur. Teir tveir fyrilestrarnir, vit hoyrdu, vóru bæði viðkomandi og góvu okkum tilfar at hugsa um. Heini Zachariassen gav áhoyrarunum innlit í nøkur viðurskifti, sum eru galdandi, tá man fer í gongd við eitt nýtt virki. Hermann Oskarsson vísti okkum við egnum tekningum og vælrakandi orðum okkara egnu spegilsmynd.
Vinnudagurin 2008 varð samanfallandi við JobMatch í Keypmannahavn, og tað er altíð óheppið, at tvey so stór tiltøk liggja samstundis. Tí ber longu nú til at seta í kalendarin, at Vinnudagurin 2009 verður 25. september næsta ár.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)